Niels Mortensen selt sín part í Thetis

Stjórin í P/F S.M.S. og nevndarformaðurin í Atlantsflog, Niels Mortensen, hevur selt sín eigarapart í Thetis. Hetta hongur ikki saman við, at ferðafólk nú sjálvi skulu gjalda fyri sína koronukanning, sigur nevndarformaðurin

Sigurjón Einarsson
24. september 2020 kl. 12:53

Niels Mortensen hevur selt sín eigarapart í Thetis. Í tí sambandinum eru hann og Christian Andreasen ikki longur í nevndini í Thetis. Tað boðaði Skráseting Føroya frá í gjár (23. september). Hetta hongur ikki saman við, sambært nevndarformanninum í Atlantic Airways, Niels Mortensen, at tað nú verður upp til Atlantic Airways at taka gjald frá ferðafólki fyri koronukanning, áðrenn tey koma til Føroya. Hesar kanningar stendur Thetis fyri á flogvøllinum.

- Søluavtalan er gjørd langt áðrenn, at hetta (gjaldið, red.) kom í gildið, sigur Niels Mortensen.

Niels Mortensen sigur, at P/F S.M.S. fór inn í Thetis fyri at geva fíggjarliga ráðgeving. Hesin partur er nú uppfyltur, og tí hevur P/F S.M.S. nú selt sín part í heilsufrøðiligu kanningarstovuni.

Eisini Christian Andreasen, ið hevur umboðað Atlantsflog í starvsfólkaviðurskiftum vísur aftur, at talan er um gegnistrupulleikar, at hann nú hevur tikið seg úr nevndini í Thetis.

Christian Andreasen var sjálvur nevndarformaður fyri P/F Atlantic Airways í tíðarskeiðnum frá 2001 til 2009.

Nýggj fólk í nevndini í Thetis eru Richard Martin Berg Mortensen og Magnus Gaard.

Í samband við útskiftingina av áðurnevndu limum er samstundis viðtikið tann 14. september, at partapeningurin verður lækkaður við kr. 328.000,00 til kurs 914,63 til útgjaldingar, eftir at proklama er runnið.

Kelda: Skráseting Føroya