Niðurlendski forsætisráðharrin ynskir at burturvísa Ungarn úr ES

Mark Rutte, niðurlendskur forsætisráðharri, heldur, at Ungarn hoyrir ikki heima í ES vegna nýggju lóggávuna, ið millum annað forbjóðar undirvísing og upplýsing um millum annað homoseksualitet

Sigurjón Einarsson
25. juni 2021 kl. 10:15

Tað hevur verið nógv tosað, kjakast og eisini víst við ymiskum átøkum til millum annað EM-dystin millum Týskland og Ungarn í vikuni, at Ungarn hevur samtykt eina nýggja lóg, ið forbjóðar upplýsing og undirvísing um millum annað homoseksualitet, transseksualitet ella aðrar seksuellar minnilutar til børn undir 18 ár.

Til ES-toppfundin í gjár valdi niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, eisini at markera seg um Ungarn og nýggju lóggávuna. Hann ynskir, at Ungarn verður burturvíst úr ES.  

Hetta kunngjørdi hann fyri tíðindafólkum, tá hann kom til ES-toppfundin í Bruxelles í gjár. Rutte legði afturat, at hann einsamallur ikki kann taka hesa avgerð – at útihýsa Ungarn burtur úr Evropasamveldinum – men at hesin spurningur skuldi loysast stig fyri stig.

Tað tykist tó greitt, at hann ikki hevur neyðuga stuðulin frá hinum 26 leiðarunum, tá hann varð spurdur um hetta aftaná ES-toppfundin í gjár.