10. umfar í næstbestu deildini í fótbólti er av. Gongdin hjá teimum báðum, sum í fjør fluttu niður, er støðug. Skála er fremst og NSÍ er næstfremst, og tey hava beina kós ímóti bestu deildini.
Tey einastu, sum kunnu kappast við Skála og NSÍ um at flyta upp, eru B71 og FC Hoyvík. Meðan Skála og NSÍ aftur í hesum umfarinum vunnu, so taptu B71 og FC Hoyvík aftur. B71 er á sjeynda plássi, og FC Hoyvík er á áttanda plássi.
Sum tað plagar at vera, so er Víkingur fremst millum tey, sum eiga næstbesta liðið í 1. deild. Ofta hava næstbestu liðini hjá B36 og HB verið við í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, og tað er ikki so ofta, at bæði B36 og HB eiga lið í 1. deild. Nú eiga bæði feløgini í Gundadali lið í næstbestu deildini, sum eru mannað við evnaríkum spælarum, ið eru uppaldir í feløgunum. B36 er á fjórða plássi, og HB er á sætta plássi. Bæði feløgini í Gundadali vunnu í hesum umfarinum, meðan KÍ, sum er á fimta plássi, tapti í Runavík.
NSÍ – KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Steffan A. Løkin 24.
1-1: Jákup N. Vilhelmsen 68.
2-1: Oddur Á. Højgaard br 84.
3-1: Jógvan Højgaard 92.+
EB/Streymur – Víkingur 0-2 (0-0)
0-1: Bjørn Bakk Bjarkhamar 67.
0-2: Árni Nóa Atlason 77.
FC Hoyvík – Skála 0-3 (0-1)
0-1: Marjus Nón 28.
0-2: Meinhard Janusarson 62.
0-3: Martin Johansen 78.
HB – B68 6-0 (1-0)
1-0: Jákup L. Thomsen 12.
2-0: Hørður H. Askham53.
3-0: Rani W. Sørensen 54.
4-0: Jógvan Skeel Nolsøe 58.
5-0: Andrass Henriksen 78.
6-0: Gilli Róason 87.
B36 – B71 7-1 (2-0)
1-0: Emil Weihe Joensen 11.
2-0: Emil Weihe Joensen 18.
3-0: Tobias Hansen 46.
4-0: Rani Berg í Soylu br 61.
4-1: Tijani Mohammed 63.
5-1: Mattias Hellisdal 69.
6-1: Marius Allansson 73.
7-1: Eliesar Johannesen 82.
Skála | 10 | 9 | 0 | 1 | 24 | 3 | 27 |
NSÍ | 10 | 7 | 1 | 2 | 22 | 11 | 22 |
Víkingur | 10 | 7 | 0 | 3 | 26 | 15 | 21 |
B36 | 10 | 5 | 1 | 4 | 27 | 15 | 16 |
KÍ | 10 | 5 | 0 | 5 | 18 | 20 | 15 |
HB | 10 | 3 | 2 | 5 | 19 | 17 | 11 |
B71 | 10 | 3 | 2 | 5 | 18 | 20 | 11 |
FC Hoyvík | 10 | 3 | 1 | 6 | 16 | 26 | 10 |
B68 | 10 | 2 | 1 | 7 | 7 | 29 | 7 |
EB/Streymur | 10 | 1 | 2 | 7 | 9 | 30 | 5 |
Máltindurin
Steffan A. Løkin NSÍ | 10 |
Tijani Mohammed B71 | 9 |
Meinhard Janusarson Skála | 7 |
Emil Weihe Joensen B36 | 6 |
Marius Allansson B36 | 6 |
Rani W. Sørensen HB |
umfar
Leygardagin 27. mai
KÍ – FC Hoyvík
EB/Streymur – B36
Víkingur – HB
B68 – NSÍ
Skála – B71