Tá NFL kappingarárið fer av bakkastokki komandi hósdag, so ber til at hyggja eftir dystinum á sjónvarpsrásunum hjá TV2. TV2 hevur í dag boðað frá, at NFL aftaná 15 ár verður at síggja aftur á teirra sjónvarpsrásum og stroymingtænastum.
Sostatt kunnu NFL-fjepparar í Føroyum eisini frøast um, at tað nú verður møguligt at hyggja eftir grundspælinum, endaspælinum og sjálvandi eisini Super Bowl í donskum sjónvarpi. At NFL kemur til TV2 frøir eisini ítróttarstjóran hjá TV2, Frederik Lauesen, ið sigur soleiðis um nýggju avtaluna við heimasíðuna hjá TV2 Sport:
- Vit hava áður havt góð úrslit við NFL á TV2, og tá møguleikin at fáa rættindini aftur beyð seg, vóru vit ikki í iva. Vit trúgva uppá, at vit kunnu byggja víðari á áhugan fyri NFL í Danmark og vónandi breiða út fantastisku ítróttargreinina fyri enn fleiri danskarum ígjøgnum okkara mongu pallar - til gleði fyri teir donsku NFL-fjeppararnar.
Sjey dystir um vikuna – á TV2 Sport og TV2 Play
Eftir ætlan skulu TV2 Sport og TV2 Play vísa sjey dystir um vikuna frá grundspælinum. Grundspæli fer av bakkastokki komandi hósdag, tá verandi meistararnir, LA Rams, taka ímóti Buffalo Bills á heimavølli.
Sunnukvøld eru NFL dystir klokkan 18 og 21 føroyska tíð, tá vera tveir dystir vístir klokkan 18 og aftur tveir dystir klokkan 21. Haraftrat verður eisini møguligt at síggja Thursday Night Football, Sunday Night Football og tann vælumtókta Monday Night Football dystin hvørja viku beinleiðis.
Hvussu TV2 býtir dystirnar millum TV2 Sport og TV2 Play er enn óvist. Tó er greitt, at allir dystirnir frá endaspælinum fara at vera vístir.
TV2 hevur rættindini til NFL fram til og við 2024.
Les greinina um, tá Viaplay boðaði frá, at tey ikki longur fóru at vísa NFL, her.