Hetta er eitt áhugavert og ikki sørt kontroversielt val.
Í samrøðu við Spectrum News í 2021, bleiv J.D. spurdur um fosturtøku lóggávuna tá tað snýr seg um neyðtiknar kvinnur og insest. Hann svaraði: “Two wrongs do not make a right”. Hann greiddi frá, at hansara ynski var, at treytaðleyst fosturtøku forboð skuldi vera í øllum 50 statunum, eisini teimum bláu (t.e. teimum, har demokratarnir ráða).
James David Vance er senatorur í Ohio og er 39 ára gamal. Hann hevur verið kritiskur móti Trump áður, og hóast hann er republikanari, stemmaði hann ikki uppá Trump í 2016. Sama ár kallaði hann Trump fyri tann amerikanska Hitler í einari kjatt samrøðu.
J.D. hevur síðani tikið aftur hesar viðmerkingar, og er nú ein íðin stuðul hjá Trump.
Tá amerikanarar atkvøða fyri Trump í novembur, atkvøða teir eisini fyri møguleikanum, at J.D. Vance tekur yvir sum forseti.
Hetta kann merkja, at landsins sterkasta rødd fer at tala fyri fullkomnum fosturtøkuforboð í øllum landinum.
Hildið verður, at hetta kann ræða nógv fólk frá at velja Trump, og soleiðis verða ein fyrimunur fyri demokratarnar