Neyðhjálparfólk hava funnið 2400 deyð djór í Kolumbia

70 familjur hava fingið læknahjálpa fyri høvuðpínu, spýggjusjúka og ørilsi

Jákup Højgaard
27. mars 2018 kl. 12:19

Oljudálking norðaliga í Kolumbia hevur dripið fleiri túsind djór. Fleiri familjur eru eisini blivnar sjúkar. Tað veit umhvørviðsráðið í Kolumbia at siga, sum er fari í holt við at kanna málið.

Skuldi tað hent seg at kolumbiska oljufelagið Ecopetrol hevur goymt upplýsingar, ið hevði kunna forða fyri oljudálkingini, so kann felagið vanta sær ógvusliga revsing, sigur Luis Gilberto Murillo umhvørviðsráðharri í Kolumbia.

Dálkingin, ið er umleið 600 tunnur av olju, byrjaði í býnum Barrancabermeja fyrr í mánaðanum. Tað siga kolumbiskir fjølmiðlar.  Dálkingin røkkur heilar 24 kilometrar í ánni Lizama og 20 kilometrar í Sogamoso ánni.

Neyðhjálparfólkið hava funnið 2400 deyð djór og 1300 djór, ið enn vóru á lívið, sum neyðhjálparfólkið megnaðu at bjarga. Millum deyðu djórini teljast fiskar, fuglar og skriðdjór. 

Samstundis eru umleið 70 familjur, sum búgva á umráðnum, blivnar sjúkar av dálkingini. Har afturat hava 1100 trø eisini tikið skaða av oljudálkingini. 

Kelda: dr.dk