New York Times boðaði í vikuni frá, at miðilin hevur keypt spælið Wordl frá Josh Wardle, men nu eru mong farin at ivast, hvør framtíðin hjá spælinum skal vera, eftir at New York Times hevur keypt tað.
New York Times hevur ikki kunngjørt, júst hvat miðilin rindaði fyri spælið, men segði bert, at talan var um eina sjeysifraða upphædd í lægra endanum – altso, oman fyri eina millión dollarar.
Wordle, sum seinasta mánaðin er farið um internetið sum eitt ódnarveður, eitt eitt orðaspæl, har brúkarin hvønn dag fær eitt orð upp á fimm stavir at gita. Gitar brúkarin rættan stav í røttum stað, verður stavurin grønur. Er stavurin rættur, men í skeivum stað, verður hann gulur.
Josh Wardle menti spælið til unnustu sína, tí henni dámdi sera væl gátur. Men hon er eftir øllum at døma ikki tann einasta, tí spælið er farið sum steppueldur um alt internetið, ikki minst tí at brúkararnir kunnu luta úrslitið út á sosialar miðlar; kortini uttan at vísa orðið sjálvt, so onnur eisini kunnu royna seg.
New York Times hevur boðað frá, at spælið varð keypt sum partur av ætlan teirra at fáa fleiri haldarar, men at spælið framhaldandi skal vera ókeypis.
Tað eru kortini nógv, ið eru skeptisk um lyftið hjá New York Times.
Við BBC sigur Nick Bowman, professari innan kreativar miðlar á Texas Tech University, at hóast New York Times hevur lovað, at spælið skal vera ókeypis, óttast fólk, hvørjir aðrir kostnaðir verða knýttir í spælið.
- Um brúkarar brádliga skulu til at lata dátur fyri at spæla spælið, ella um tey skulu skráseta brúkaranavn og profilar, ella um spælið byrjar at brúka farspor, kann tað vera, at spælið missir eitt sindur av glansinum, sigur Nick Bowman.
Í løtuni er spælið á einari heimasíðu við einum vanligum URL’i, ístaðin fyri at vera sum appa, og tað er ómakaleyst á tann hátt, at tað er ikki neyðugt at skráseta seg á nakran hátt fyri at spæla.
Wordle hevði í oktober í fjør 5.000 brúkarar um mánaðin. Farna mánaðarskifti var hetta talið komið upp á 45 milliónir.
Wordle fæst eisini sum føroysk útgáva á ð.fo.