Eykaaðalfundur varð hildin í gjárkvøldið í Róðrarsambandi Føroya, har val av nevndarlimum var einasta evnið á skránni.
Ein verandi nevndarlimur stillaði upp til formanssessin, meðan eitt nýtt valevni stillaði upp til næstformannssessin. Bæði vórðu einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.
Nýggja nevndin í Róðrarsamband Føroya er nú hendan:
Petur Hansen, formaður
Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna
Mira Winther Klit, nevndarlimur
Rebekka Jacobsen, nevndarlimur
Henrik Rahbek, nevndarlimur
Unn Eldevig Petersen, nevndarlimur
Eykalimir:
Jógvan S. Midjord
Elias Zachariassen
Við hesum er nevndin aftur fullmannað, og Róðrarsambandið heldur fram við nýggjum kreftum í nevndini.
Vit ynskja nývaldu nevndarlimunum blíðan byrð og gott áralag í tíðini sum kemur.
Samstundis vilja vit nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum fyri teirra frívilliga íkast til tjóðarítróttina. Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri.