Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri hevur ofta staðið seg væl fram ímóti kappingarenda og eisini vunnið á ólavsøku. Í dag sá tað út til, at Knørrur ætlaði sær tað, sum hann so mangan áður hevur megnað á ólavsøku, men tað eydnaðist ikki.
Nevið Reyða vann, og Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fer norður við bæði FM steypi og ólavsøkusteypi.
Hóast Nevið Reyða tóktist leggja bragdligast fyri, so fótaðu bæði Knørrur og Gullbrandur sær, og eina løtu var tað heilt tætt. Knørrur var fremstur, men so bjóðaði Nevið Reyða av, meðan Gullbrandur dragnaði eitt sindur.
Í endaspurtinum vístu teir umborð á Nevinum Reyða, hví tað eru teir, sum flestu knotirnar búgva í. Nevið Reyða fór um málið ein skut undan havnarmonnunum, og so var tað greitt, at Nevið Reyða bæði er ólavsøkuvinnari og FM vinnari.
Manningin á Nevinum Reyða vann í fjør FM við 6-mannafarinum Páll Fanga, og tá vunnu teir eisini á ólavsøku.
Røðin í ólavsøkuróðrinum var tann sama, sum hon var í FM kappingini. Knørrur vann silvur og Gullbrandur úr Fuglafirði bronsu. Argjabáturin, sum hevur vunnið nógv FM og nógvar ólavsøkusigrar, endaði á fjórða plássi bæði í dag og í FM kappingini.