Netverkið Varandi Vinna stóran áhuga

Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd

industry.fo
1. oktober 2024 kl. 19:28

Netverkið Varandi Vinna hevur stóran áhuga millum limafyritøkur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Endamálið við netverkinum er at skapa góðar umstøður fyri burðardyggari framleiðslu í Føroyum. Netverkið virkar fyri, at fyritøkur kunnu samstarva um førleikamenning og um at skapa betri karmar til burðardygd.

Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á burðardygdarøkinum og fyri at lofta ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:

  • Varandi Vinna er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd og sum vilja seta sær bindandi mál innan burðardygd

  • Varandi Vinna – innleiðsla er fyri fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum og sum enn ikki eru klárar at seta sær bindandi mál innan burðardygd

Luttøka
Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum eru limir umvegis eitt annað arbeiðsgevarafelag.

Limagjaldið fyri at taka lut í Varandi Vinna – innleiðsla er 7.000 kr. um árið. Luttøka í Varandi Vinna verður 10.000 kr/árið fyri fyritøkur, ið hava upp til 10 mió. kr. í lønargjaldingum, meðan tað er  20.000 kr/árið fyri fyritøkur við meira enn 10 mió. kr. í lønargjaldingum.

Á leið fýra netverksfundirnir eru árliga. Fyrsti netverksfundur verður eftir heystfrítíðina.