Netflix vinnur sær nógvar milliardir

Aftaná at hava framleitt røðir sum "Stranger Things", "The Crown" og "Black Mirror", gongur tað rættiliga væl hjá...

Alda Nielsdóttir
23. januar 2018 kl. 14:45

Aftaná at hava framleitt røðir sum "Stranger Things", "The Crown" og "Black Mirror", gongur tað rættiliga væl hjá amerikonsku streaming-fyritøkuni. Fleiri og fleiri velja at tekna sær Netflix-hald.

Seinasta ársfjórðing av 2017 valdu fleiri enn 8,3 milliónir fólk at tekna sær hald, og av teimum vóru meira enn 6 milliónir úr londum uttanfyri USA. So stóra framgongd hevur Netflix ongantíð upplivað áður.

Netflix ætlar eisini at seta meira enn 50 milliardir krónur í nýtt, originalt tilfar, og talan er ikki bara um amerikanskt tilfar men eisini um lokalt tilfar at vísa í teimum ymisku londunum.

Fyrsta danska Netflix-røðin eitur Rain og verður væntandi  tøk í ár. Røðin er skrivað av donskum handritahøvundum, og verður spæld av donskum leikarum.

Umsetningurin hjá Netflix í fjør var 70 milliardir krónur, skrivar TV2.

Men hóast stóra framgongd brúkti Netflix eisini uml. 250 milliónir krónur uppá tilfar, sum tey gjørdu av ikki at geva út kortini. Útlendskir miðlar m.a. CNN halda, at tað er grundað nógvu ákærurnar um kynsligan ágang, móti Kevin Spacey, ið hevði høvuðsleiklutin í røðini House of Cards. Netflix hevði framleitt eina nýggja sesong, ið var klár at leggja út alment, men kortini var gjørt av at gevast við røðini. Netflix hevði eisini framleitt ein film við Kevin Spacey, sum av somu orsøk heldur ikki verður givin út.

Umframt Kevin Spacey hevur Netflix eisini kvett sambandið við Louis C. K, komikara, ið eisini er vorðin ákærdur fyri kynsligan ágang. Louis C. K. hevur alment viðgingið at hava framt ágangin.