Netflix: - Tú skalt stovna tína egnu Netflix kontu

Felags brúkari er bert fyri fólk í sama húski, sigur Netflix, ið kannar møguleikarnar fyri at steðga ólógligari nýtslu av loyniorðum

Steinar Patursson
12. mars 2021 kl. 09:47

Brúkar tú Netflix brúkaran hjá onkrum øðrum, sum tú ikki býrt saman við, kann tað vera, at tú skjótt skalt til at stovna tær tína egnu konto.

Summir Netflix brúkarar hava sambært BBC boðað frá, at teir hava fingið eini boð á Netflix skermin, ið sigur, at býrt tú ikki við viðkomandi, ið eigur kontuna, mást tú hava tína egnu kotno fyri at halda fram at hyggja.

Ein talsmaður fyri Netflix sigur við BBC, at talan er um eina roynd at tryggja, at fólk bert brúka tær Netflix konturnar, ið tey hava rætt til.

Í royndini kann brúkarin vátta, at hann hevur rætt til atgongd við kodu, iðð verður send umvegis sms boð ella teldupost.

Tað er kortini ikki greitt, um hetta er nakað, ið Netflix ætlar at senda út um alt netið hjá sær.

Netflix loyvir í løtuni fleiri brúkarum til somu konto, men hesin leisturin er ætlaður teimum, ið eru í sama húski. Tað er kortini ikki heilt so óvanligt, at fólk lána vinfólkum og øðrum sítt Netflix loyniorð, og tað er hetta, ið Netflix er farið undir at fáa ruddað upp í.

Hetta hevur annars higartil ikki verið ein stórur trupulleiki fyri Netflix, og í 2016 segði Reed Hastings, ið var við til at stovna Netflix, at tað, at fólk býta út síni loyniorð, er nakað, ið Netflix bara má liva við, tí ofta eru góðar orsøkir til at býta millum sín loyniorð, so sum í einum húski.

Í 2019 var støðan broytt, og Netflix var farið undir at kanna trupulleikan, men kortini vóru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera nakað við tað.

Netflix fekk 37 milliónir nýggjar brúkarar í 2020, og hevur í løtuni fleiri enn 200 milliónir brúkarar kring heimin.