Tað eru góð tíðindi til teirra, ið hava sitið límað framman fyri skerminum til Stranger Things sendirøðina hjá Netflix, tí Duffer brøðurnir og Netflix eru nú til reiðar við fjórðu sesong av løgnu retro-nostalgisku sci-fi røðini.
Útvaldir miðlar, teirra millum BBC, hava fingið fingið fyrru helvt av fjórðu sesong til ummælis, og sambært BBC verður talan um longri partar enn í undafarnu trimum sesongum. Harumframt boðar miðilin The Wrap frá, at seinasti partur í hesari sesongini verður yvir tveir tímar langur.
Eins og Netflix hevur gjørt við øðrum sendirøðum, sum til dømis við Ozark, verður røðin latin út í tveimum, og fyrra helvt verður longu tøk á netflix 27. mei. Seinna helvt verður síðani latin út 1. juli.
Fjórða sesong heldur fram bert fáar mánaðir eftir, har triðja sesong endaði, og hyggja vit eftir brellbitunum, ið Netflix longu hevur lagt út, síggja vit, at Byers familjan saman við Eleven er flutt úr Hawkins til Kalifornia, men at tørvur er á teimum aftur í heimbýnum, tí okkurt er áfatt við The Upside Down, og eitt ”kríggj” er í væntu.
Eisini síggja vit, at Hopper, sum doyði í seinasta parti í triðja sesong, als ikki er deyður kortini, men onkursvegna er endaður í einum russiskum gulag, har hann er noyddur at byggja jarnbreytir.
Umframt Eleven, Steve, Mike, Dustin, Lucas, Max, Will og Jonathan, eru eisini nýggj andlit at síggja í røðini, meðan tað framvegis er óvist, um onnur kend andlit, so sum Billy Hargrove, fáa somu lagnu og Jim Hopper og eru at finna onkrastaðni í røðini.
Eins og við undanfarnu sesongum, er neyðugt við einum super-skrýmsli, og skulu vit trúgva tí, sum BBC sigur, er talan um mest ræðandi skrýmslið higartil.