Netflix kunngjørdi fyrr í vikuni, at ein skrivstova í Stokkhólm verður opnað í seinnu helvt av hesum árinum. Skrivstovan fer at taka sær av framleiðslur av filmum og sendurøðum hjá Netflix í Svøríki, Danmark, Norra, Finlandi og Íslandi. Eitt lítið lið av starvsfólkum hjá Netflix fara um sama mundi at opna eina satelitskrivistovu í Keypmannahavn.
- Netflix hevur altíð kent seg heima í Norðurlondum. Tað var eitt av teimum fyrstu støðunum uttanfyri Amerika, har vit byrjaðu at gera staðbundnar upprunasendingar, og gjøgnum tey síðstu níggju árini hava vit arbeitt saman við teimum mest framúrskarandi, kreativu talentini í Svøríki, Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi, greiðir Lina Brouneus, leiðari av keypslu og samframleiðslur hjá Netflix, frá í tíðindaskrivi.
Netflix ætlar, at 70 upprunatitlar frá Norðurlondunum verða tøkar á Netflix við áramót. Netflix hevur umleið fýra milliónir hyggjarar í Norðurlondunum, men tey siga, at allur heimurin er áhugaður í norðurlendskum tilfari.
- Tað skal sigast, at næstan tveir triðingar av okkara limum kring heimin hava valt at hyggja eftir norðurlendskum filmum og sendurøðum – framleiddar í Norðurlondunum, hugdar eftir av verðini, greiðir Brouneus frá.
Hóast Netflix ikki hevur framleitt nakað føroyskt enn, so er hetta møguliga eitt stig rætta vegin. Tina Í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, greiðir frá, at nýggja skrivstovan í Keypmannahavn kann vera við til, at tað verður lættari hjá føroyingum at fáa fatur á Netflix.
Og Netflix vísir Føroyum áhuga, tí 19-24 juni kemur Claire Willats til Føroyar. Hon hevur ábyrgdina av keypslu av norðurlendskum innihaldi til Netflix og fer saman við Tinu at tosa um Netflix, teirra ætlanir, norðurlendska áhuga og meira. Hesa tíðina verður eisini møguleiki fyri at hitta Willats á fundi, um man hevur eina verkætlan, sum man heldur vera viðkomandi fyri hana.
Norðurlendski áhugin hjá Netflix vísti seg longu í 2012, og tey hava millum annað framleitt svensku sendurøðirnar “Quicksand”, “Love & Anarchy” og “Snabba Cash”; norsku sendurøðirnar “Ragnarok” og “Home for Christmas”; tríggjar sesongir av “The Rain” og nýliga kunngjørdu sendurøðina “The Chestunus Man” úr Danmark, og seinni í ár kemur “Katla”, ein sci-fi spenningsrøð úr Íslandi. Í 2020 gav Netflix “Cadaver” út, ið var fyrsti filmurin úr tí norðurlendska økinum, og ætlanin er, at fleiri filmar skulu leggjast afturat. Komandi filmarnir eru “Dancing Queens”, “Vinterviken”, “Against the Ice”, Trolls” og “Black Crab”.
Netflix hevur longu skrivstovu í Amsterdam, Madrid, Berlin, London, Paris og Brussels, og skrivstovur í Rom og Istanbul verða eftir ætlan opnaðar afturat teimum norðurlendsku skrivstovunum seinni í ár.