Ingi Samuelsen

30.06.2018 10:55

GDPR Skeið - Wired Relations

Í dag er stóra konserttiltakið Voxbotn á skránni í Havn. Heilt frá miðjum seinnaparti og langt út á náttina verður tónleikur at hoyra á torginum innast í Vágsbotni, har tveir stórir pallar eru settir upp fyri at geva pláss fyri 13 nøvnum, sum skulu upptraðka.

Eitt av høvuðsnøvnunum er danski popp/rokkbólkurin Nephew, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir fyrr, men júst eru komnir saman aftur eftir ein støðg. Tá vit tosa stór og seljandi tónleikanøvn í Danmark í dag, so er tað næstan einans rokkbólkurin Volbeat, ið selur betur enn júst Nephew.

Oddamaður í Nephew er sangarin Simon Kvamm, sum á framførðslunum higartil á G! Festivalinum dúgliga hevur gjørt vart við, at hann er av føroyskari ætt. ”Abbi mín var Gøtumaður” plagdi hann at byrja konsertirnar við.

Helst fer hann at gera tað aftur á Voxbotni í kvøld.

Yvir 20 ár á baki
Bólkurin varð stovnaður av fimm vinmonnum í Århus í 1996, men tað var ikki fyrr enn átta ár seinni, í 2004, at bólkurin veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark við fløguni ’USADSB’, har eitt av stóru hittunum var ’Superliga’

 

Simon Kvamm var longu tá eitt kent andlit í donskum miðlum ikki minst fyri sín leiklut í satirusendingini ”Drengene fra Angora”, ið varð send á Danmarks Radio, har Simon vísti serligar gávur sum skemtileikari eisini. Eitt nú sum hin rættiliga doopaði súkklarin Pim de Keysergracht

 

Eitt annað væl umtókt lag á hesi útgávuni var lagið ’Darth Vader’, sum lokkaði danir í túsundatali at hava ljóssvørð við á konsertirnar hjá Nephew.

 

Nephew og Eivør
Tað var meðan Nephew vóru nýstórir, at teir fyrstu ferð vitjaðu Gøtusand. Nephew var á skránni fyri G! Festivalin í 2005, og vitjaðu aftur í 2007, 2010 og 2013.

Eitt lag, ið var sera nógv fagnað, var ”Igen & Igen &”, sum er frá fløguni ’Interkom kom ind” frá 2006.

 

Tann kanska besta konsertin, sum Nephew higartil hevur havt á G! man vera í 2010, tá skráin mátti broytast orsaka av ringum veðri. Tað var ikki gjørligt at gjøgnumføra konsertirnar á sandinum, og tí vórðu Nephew fluttir niðjan á spæliplássið.

Neyvan hava so nógv fólk verið stúvað saman á hesum øki fyrr ella síðan, og fagnaðurin vildi ongan enda taka, tá lokala drotningin, Eivør, trein á pallin fyri at syngja við á lagnum ”Police Bells & Church Sirens”, sum var eitt av hittunum av fløguni ’DanmarkDenmark’ frá 2009 við Eivør sum gestasolisti.

Spennandi verður um hon verður ’surprise’ í Vágsbotni í kvøld.

 

Fótbóltshitt
Eftir at fløgan ’Hjertestarter’ kom út í 2012, og Nephew vóru á langari tourne, milllum annað á G! í 2013, gjørdist stilt rundan um bólkin.

Eitt hitt av hesi fløguni var ’Hjertestarter’

 

Í hesum fótbóltstíðum er eisini vert at nevna, at tá danska landsliðið í fótbólti í 2010 fór til Suðurafrika at luttaka í HM kappingini tá, var tað Nephew, sum fekk heiðurin at innspæla danska HM-sangin.

Danmark skal spæla áttandapartsfinalu móti Kroatia í Nizhny Novogorod í annaðkvøld. Munnu Nephew tí ikki fara at tríva í henda í kvøld?

 

Eftir at tónleikararnir í Nephew hava roynt seg í øðrum samanhangum, boðaði bólkurin í fjørheyst frá, at Nephew nú fór at spæla saman aftur. Hóast eitt ár var til fráboðaðu konsertirnar, vórðu tær útseldar so at siga beinanvegin.

Les: Nephew kemur saman aftur 

Aftur í sangskattin
Síðan tá er nýtt tilfar komið frá Nephew. Ikki eitt fult album, men tvær EP’ir við trimum løgum á hvørjari. Fyrst ’Vinter-i-Ring’ og síðan ’Forår-i-ring’ og væntandi koma eisini ’Sommer-i-Ring’ og ’Efterår-i-ring’ seinni í ár.

Størsta hittið av hesum útgávum eitur ’Amsterdam’

 

Nephew hava stundum leitað aftur til eldri sangir, og givið teimum sítt serliga Nephew-ljóð. Teir hava spælt sangir hjá bæði Kim Larsen og C. V. Jørgensen inn.

Eitt, ið er rættiliga serligt við nýggjastu fløgunum hjá Nephew er, at teir hava rikið eldri danskar sangir og sálmar til sín. Á nýggjastu fløguni, ’Forår...’, hava teir eina útgávu av ”Den blå Anemone” hjá Kaj Munk og Egil Harder og í fyrsta lagnum, ’Tropper’ er týðulig tilsipan til eitt kent danskt sálmalag. Á fyrru fløguni ’Vinter...’, hava teir eina innspæling av sálminum ’Sig månen langsomt hæver”.

 

Tríggir av upprunalimunum í Nephew eru við enn. Teir eru Simon Kvamm á sangi og ljómborði, Kristian Riis á guittara og Søren Arnholt á trummum. Bassleikarin Kasper Toustrup kom í orkestrið í 1998. Í 2005 kom René Munk Thalund uppí sum ljómborðsspælari, og í fjør varð orkestrið so víðkað við eini kvinnuligari sangrødd. Marie Koldkjær Højlund spælir eisini guittara og ljómborð.

Síðan Newphew kom saman aftur hava teir ikki spælt í Danmark enn. Hendan mánaðin hava teir spælt fýra úrseldar konsertir, í Oslo, Malmö, Flensburg og Hamburg. Og so í Havn í kvøld.

Síðan eru festivalar á skránni. Teir skulu spæla á stóru Orange Scenu á Roskilde 5. juli og á Smukfest 9. august. Útseldu konsertirnar, sum teir kunngjørdu fyri skjótt einum ári síðani verða í Jyske Bank Boxen í Herning 5. oktober og í Royal Arena á Amager dagin eftir.

Konsertin við Nephew á Voxbotni er sett at byrja klokkan 21.15 í kvøld.

Byrsur MBM Búrøkt