Venjaratoymið Neistans til mansliðini: Høvuðsvenjari Scott Harrington, í miðjuni, hjálparvenjari Sjúrður Thomassen og liðleiðari Barbara Høj. Málmansvenjari Dejan Lacock, manglar á myndini.
Neistin fær royndan venjara úr Bretlandi
Hann verður venjari hjá monnunum og hjá einum dreingjaliði
Áki Bertholdsen
15. august 2024 kl. 10:00
Herfyri setti hondbóltsfelagið, Neistin, venjara hjá kvinnuliðnum og nú hava tey eisini sett venjara hjá monnunum.
Neistin sigur, at høvuðsvenjari hjá Neistamonnum verður tann royndi og hondbóltskøni bretin, Scott Harrington.
Hjálparvenjarin hjá Scott Harrington verður Sjúrður Thomasen, og Dejan Lacock verður málmansvenjari.
Liðleiðari verður Barbara Høj, sum hevur arbeitt fyri Neistan í mong ár.
Umframt at vera venjari hjá Burn liðnum hjá Neistanum, verður Scott Harrington eisini høvuðsvenjari hjá dreingjum 18 ár, og hjá monnunum í 1. deild.
– Soleiðis tryggja vit ein góðan samanhang í venjingini, sigur Neistin.