Heimskendi tónleikarin Neil Diamond noyðist at gevast við sínari konsertferð vegna Parkinson.
Ætlanin var at hann skuldi til Avstralia og Nýsæland í mars og apríl sum ein part av hansara "Diamond's 50th Anniversary Tour", men tær konsertirnar noyðist hann at avlýsa.
Tónleikarin, sum í síðstu viku fylti 77 ár, hevur eftir áheitan frá lækna avlýst restina av konsertferð sínari, tí at sjúkan ger tað torført hjá honum at ferðast og spæla konsert. Tað sigur hann í tíðindaskrivi, ið kann lesast her.
Neil Diamond, ið er kendur fyri løg sum "Sweet Caroline", hevur gjøgnum langu karrieru sína fingið bæði eina Golden Globe og Grammy-heiðursløn fyri tónleikin til filmin "Jonathan Livingston Seagull".
Hóast hann ikki longur kann framføra á palli, hevur Neil Diamond onga ætlan um at steðga við at skriva og innspæla nýggjan tónleik.