NAVIGARE Shipping, sum hevur heimstað í Søldarfirði, er fyri lítlari løtu síðani kosið at vera ársins virki 2023 á vinnudegnum, sum í dag er í Norðurlandahúsinum.
Felagið er frá 1966, tá ið Jacob Højgaard og Niclas Højgaard vóru við at stovna felagið. Hetta eru abbi og pápi teir fýra brøðurnar, sum fyri 15 árum síðani tóku yvir sum triðja ættarlið í familjufyritøkuni.
Álvur Højgaard, stjóri, nevndi teir báðar, tá ið hann takkaði fyri heiðurin.
Felagið hevur umleið 200 starvsfólk, sum Álvur Højgaard, stjóri, nevndi at vera avgerandi fyri menningina. NAVIGARE Shipping eigur 13 skip og rekur eisini tvey onnur. 80 prosent av søluni hjá felagnum er uttanfyri Føroyar, og felagið er millum tey fremstu, tá ið tað ræður um grønar loysnir og umhvørvisligan og burðardyggan rakstur.
Felagið hevur umframt í Føroyum skrivstovur í Norra, Skotlandi og Póllandi.
Her er grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja NAVIGARE Shipping at vera ársins virki. Bárður Højgaard nevndarformaður og Álvur Højgaard stjóri tóku ímóti heiðrinum.
ÁRSINS VIRKI 2023
Ársins orð 2022 var orðið ”Stuttflutt”. Orðið stuttflutt, sum seinasta árið veruliga hevur funnið sín veg inn í føroyska málið, er nýtt føroykst orð fyri vøru, ið er framleidd lokalt. Men samstundis sum stuttflutt er ársins orð, og lýsingarfólk og fyritøkur nú erpa sær við alskyns stuttfluttum vørum og tænastum, so kemst ikki uttanum at samfelagið flytir seg skjótari enn nakrantíð. Við alheimsgerðingini tikist tað sum um at heimurin vit liva í alsamt gert minni og minni.
Tó at ’stuttflutt’ er vorðið eitt satt ‘buzzword’, so njóta føroyingar í størri mun enn nakrantíð gott av góða ferða- og flutningsambandinum vit í dag hava við útheimin. Tað munnu vera fáir føroyingar sum klára at strilta seg ígjøgnum gerandisdagin fyriuttan amerikansku Iphone’ina í lummanum, Samsung flatskíggjan úr Asia í stovuni, týska Audi bilin í túninum og italiensk seymaðu klæðini úr indiskum bummulli. Ja sjálvt seyðakjøtið í frystiboksini er innflutt úr annaðhvørt Íslandi ella New Zealandi. Vøruflutningur hevur altíð havt ein serligan og umráðandi týdning í Føroyum. Vit hava í dag stórar útflutningsfyritøkur, sum selja sínar vørur til fjarskotin lond. Hartil hava flest allar føroyskar fyritøkur tørv á at innflyta ymiskt til sítt virksemi, eins og privata húsarhaldið í stóran mun keypur vørur úr øðrum heimspørtum enn okkara.
Nei, gamli Kalli Kat hevði neyvan kent seg aftur um hann gekk sær ein kajtúr ímillum konteynarnar fullar av 65’’ HiSense QLED 4K skíggjum, Nitro gaming teldum við GeForce grafikki, og bakaraovnum við innbygdum dampi og pyrolysureingerð.
Men tað er júst menningin í flutningsvinnuni sum til dømis hevur gjørt tað møguligt hjá føroyskum fyritøkum at selja feskan fisk kring alt suður Europa. Somuleiðis ber í dag til, at fáa júst rætta kjólan heim við postinum bert fáar dagar eftir at hann er bílagdur heima í stovuni.
Soleiðis var ikki fyri góðari hálvari øld síðan, tá ársins virki 2023 á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Fjarstøðan til onnur lond var ikki sum vit kenna hana í dag, og flutningur var í sær sjálvum ein verkætlan. Vit duga illa at ímynda okkum tað í dag, men tá var sjógvurin ómakaleysasti og lættasti mátin at ferðast og at flyta. Báturin og skipið syrgdu fyri, at fólk og fyritøkur ikki nýttust at brúka so nógva orku. Sjógvurin knýtti pláss saman.
Fyri at fáa dagsins samfelag at hanga saman, og fyri at geva fólki og fyritøkum tað, tey hava tørv á, er neyðugt við flutnings-veitarum og tænastum av allar bestu góðsku. At navigera í hesum stóra meldri av flutningsvørum krevur sanniliga stórt skil fyri logistikki eins og handilsligt dugnasemi.
Tað er lættari sagt enn gjørt, at gera seg galdandi í flutningsvinnuni í hesum fjarskotna landi, og hevur Ársins Virki 2023 eisini roynt hvussu torført tað kann vera at fáa raksturin at hanga saman. Fyritøkan hevur tó áhaldandi havt áræði og hegni til at víðka um virksemi seinnu árini, og hevur veruliga megnað at skapa eina sunna og væl rikna fyritøku. Felagið hevur torað at gjørt stórar íløgur í nýggj skip, eins og nýggjar skrivstovur og farmafarstøð bæði her heima í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan hevur harvið økt nógv um bæði sølu og tænastuveitingina.
Ársins virki 2023 byrjaði sum ein familju fyritøka fyri góðari hálvari øld síðan og koyrir sostatt í triðja ættarliði í dag. Talan er um eina fyritøku sum byrjaði við at grabba, flyta og selja sand, men er yvir tíð flutt meir yvir á flutningsvinnuna. Í dag er fyritøkan vorðin ein av størstu flutningsfyritøkunum í Føroyum, og virkar serliga innan vinnuflutning. Síðan seinasta ættarliðsskifti í fyritøkuni fyri gott 15 árum síðani, tá fýra brøður tók yvir, hevur fyritøkan meir enn 10 faldað bæði umsetning og starvsfólkatal. Í dag eigur fyritøkan sostatt heili 13 skip, og leiga og reka hartil 2 skip fast afturat. Fyritøkan hevur umleið 200 stavsfólk sum dagliga arbeiða á skrivstovum í Føroyum, Norra, Skotlandi og Póllandi, umframt umborð á skipunum sum sigla runt á stórsta partinum av norður Evropa. Fyritøkan flytir um 2 mió. tons av vørum árliga, og liggur áleið 80% av søluni hjá felagnum í dag uttan fyri Føroyar.
Ársins virki er eisini tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið, og í eini tilgongd við at endurskoða verandi skipaflota, fyri at kunna minka um umhvørvisligu ávirkanina. Sum liður í hesum fór fyritøkan í 2020 undir samstarv við aðrar flutningsfyritøkur í Norra, og settu á stovn felag, sum eftir ætlan fer at menna, byggja og reka CO2 útlátsfrí flutningsskip. Millum annað er ætlanin at skipini skulu brúka ammoniak sum brennievni, sum ikki inniheldur ikki kolevni og tí ikki hevur nakað útlát av CO2. Eftir ætlan koma fyrstu skipini av hesum slag innan stutta tíð í flotan hjá felagnum, og verða hesi skipini tey fyrstu av sínum slag í heiminum. Hartil verður eisini arbeitt við at byggja skip ið brúka Methanol sum brennievni afturat seglum.
Við støði í tí stóra framfýsni og skipaðu menningini av felagnum, saman við góðu fíggjarligu úrslitunum og tí denti sum verður lagdur á serliga umhvørvisliga burðardygd og grønu leiðina í felagnum, hevur dómsnevndin valt Navigare Shipping sum Ársins Virki 2023.