Russiski andstøðuleiðarin, Alexei Navalny, fordømir álopið á Ukraina.
Á Twitter hevur hann almannakunngjørt fleiri Twitter-boð, har hann fordømir innrásina í Ukraina.
– Vit, Russland, ynskja at vera ein friðartjóð. Tað eru fá, ið kalla okkum tað nú, men latum okkum fyri tað minsta ikki blíva ein tjóð við óttafullum og stillum fólki. Tað er einki í Russlandi júst nú, ið vit kunnu vera errin av, skrivar Navalny millum annað í Twitter-boðunum, sum sakførari hansara hevur fingið við sær úr fongslinum, har hann situr fongslaður.
Andstøðingurin eggjar nú fólki til at mótmæla krígnum. Hann heitir á fólk um at fara til russisku sendistovurnar og mótmæla kríggið.
– Vit kunnu ikki bíða longur. Líkamikið hvar tú ert, í Russlandi, Belarus ella í hinari síðuni av klótuni, so skulu vit mótmæla hvønn dag, skrivar Navalny á Twitter.