Russiski andstøðingurin, Alexei Navalny, hevur boðað frá, at hann ger enda á hungursverkfallinum, ið hann hevur havt í 24 dagar.
Navalny hevur valt at enda hungursverkfallið, eftir at hann hevur fingið læknahjálp, og at hann hevur fingið ávaringar frá læknanum um, at fer hann ikki at eta aftur, kann tað standa um lív, skriva fleiri útlendskir miðlar, teirra millum The Guardian.
Navalny boðar frá á Instagram, at hann fer framhaldandi at krevja at fáa læknahjálp fyri vantandi kenslu í ørmum og beinum.
Hóast Navalny nú er farin at eta aftur, noktar hann at eta mat, ið ikki er kannaður av læknum, ið ikki starvast á fongslinum, har hann situr.
44 ára gamli Navalny varð handtikin í ár dømdur at sita í fongsli í trý og eitt hálvt ár fyri brot á royndarleyslating í sambandi við eitt mál um hvítvasking.
Vesturlendskir stjórnarleiðarar, mannarættindafelagsskapir og Navalny sjálvur siga, at talan er hinvegin um karráðan politiskan harðskap, og at hetta er bert ein roynd hjá russisku stjórnini at køva andstøðuna í landinum.
Heilsan hjá Navalny fór at bila, eftir at hann varð sendur í fongsul í Russlandi, og hann misti kenslu bæði í ørmum og í beinunum. Navalny og næstar hansara funnust at, at Navalny fekk ikki nøktandi læknahjálp frá fongsulslæknunum, og hansara egnu læknar vildu vera við, at heilsustøðan var so ring, at tað kundi standa um lív.
Navalny varð í august í 2020 eitraður við evninum Novichok. Navalny varð fluttur á eitt sjúkrahús í Týsklandi at fáa viðgerð, og tá hann kom aftur til Russlands, varð hann handtikin.
Navalny legði beinanveg forsetan í Ruslandi, Vladimir Putin, undir at hava staðið handan eitringina, og ES metti, at eitranin kundi bert verið farin fram við játtan frá forsetaskrivstovuni og við hjálp frá russisku trygdarløgregluni, FSB.