Náttarlívið opið men ikki so nógv fólk

Politiið hevur ikki havt nógv at gjørt, hóast náttarlívið í nátt hevur verið opið aftur sum vanligt, og fólk hava ikki boðað frá vindskaðum síðan í gjár.

Katrin Erlendsdóttir
23. januar 2022 kl. 09:24

Politiið hevur ikki havt nógv at gjørt, hóast náttarlívið í nátt hevur verið opið aftur sum vanligt.

- Støðini høvdu opið, men tað vóru ikki so nógv fólk, sum onkur væntaði, at tað fór at vera, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn, nú skeinkistøð ymsastaðni valdu at lata uppaftur sum vanligt um vikuskiftið.

Nakrir sjúkrabilar eru sendir eftir fólki, men tað hevur ikki verið meira enn tað, sum vanligt er eitt leygarkvøld, upplýsir hann.

Tveir bilførarar eru tó tiknir.

Ein bilur hevði tikið í ein garð eitt sindur aftaná midnátt, og tá politiið fór heim til viðkomandi, har bilurin var skrásettur, vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður. Hann hevði mist koyrikortið frammanundan og fær tí eina skuldseting afturat. Ein annar bilførari koyrdi uttan koyrikort. Hann hevði havt koyrikort fyrr, men hevði ikki tikið tað av nýggjum.

Ongar fráboðanir um vindskaðar í nátt

Hóast vindurin hevur leikað í summastaðni í nátt og í morgun, hevur politiið ikki fingið fráboðanir um vindskaðar. Ikki síðan miðskeiðis í gjár.

Tá var talan um tríggjar tekjur, eina í Klaksvík og tvær í Leirvík, sum vóru loysnaðar ella byrjaðu at fara. Eisini fór ein rútur ígjøgnum á einum politibili, sum stóð uttanfyri Politistøðina í Klaksvík.