NATO-Ukraina ráðið skal á fund í morgin
Fundarboðini koma eftir ógvuslig russisk dronu- og rakettálop í Ukraina
Ragnar Sjúrðarson
27. august 2024 kl. 22:00
Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, hevur kallað inn til fund í NATO-Ukraina ráðnum, ið varð stovnað í fjør, skrivar tíðindastovan AP.
Fundurin er kallaður saman av Ukraina og verður hildin í Kiev. Fundarboðini koma eftir ógvuslig russisk dronu- og rakettálop í Ukraina.
Ráðið varð stovnað í fjør fyri at styrkja sambandið millum ukrainsku stjórnina og NATO.
Ein talspersónur fyri verjusamgonguna sigur, at verjumálaráðharrin hjá Ukraina fer “at greiða teimum sameindu um støðuna á hermótinum og um tørvin á útgerð”.