Nato: Russland hevur brúkt tyssibumbur

Ábendingar eru um, at Russland hevur brúkt tyssibumbur í krígnum í Ukraina. Hóast 110 lond hava bundið seg til ikki at brúka tyssibumbur, teljast hvørki Russland, USA ella Ukraina millum tey londini

Steinar Patursson
4. mars 2022 kl. 16:19

Altjóða dómstólurin í Haag er farin undir at kanna møgulig krígsbrotsverk frá russiskari síðu í sambandi við innrásina í Ukraina, og Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, vil vera við, at russiski herurin hevur brúkt sokallaðar tyssibumbur í álopum.

Tyssibumbur eru bumbuhylki við nógvum lítlum løðingum, ið antin verða skotin ella slept úr bumbuflogførum. Tá bumbuhylkini nærkast jørðini verða smáu bumburnar sleptar úr, sum síðani bresta á einum stórum øki.

110 lond eru partur av altjóða avtalu (Convention on Cluster Munitions, CCM), ið setir forboð fyri at brúka ella at varðveita tyssibumbur ella oonur sløg av tyssiløðingum, og 15 onnur lond hava skrivað undir avtaluna, men ikki sett hana í verk.

Á myndini omanfyri sæst eitt slag av tyssibumbu, ið varð brúkt í krígnum í Vietnam.

Hvørki Russland, USA ella Ukraina eru partur av CCM. Hóast Danmark er partur av avtaluni, er hon ikki galdandi fyri Føroyar.

Av tí at tyssibumbur røkka yvir eitt stórt og tilvildarligt øki, verða tær ofta mettar at hava stóran vanda fyri sivilfólk. Harumframt er vansin við tyssibumbum, at um tvey prosent av smáu løðingunum bresta ikki, at tá fella til jarðar, og eins og óbrostnar landminum eru tær tí til vanda og ampa fyri fólk, langt eftir at kríggj eru av, sigur Sam Cranny-Evans, granskari hja Royal United Services Institute, sum er ein bretskur hugbanki innan verjumál.

Sambært vápnaserfrøðingum, ið BBC hevur verið í sambandi við, vísa upptøkur frá Kharkiv, at skaðarnir frá einum álopi, ið kostaði fýra ukrainskum sivilum lívi, eru samsvarandi við teir skaðar, ið standast av tyssibumbum.

Við BBC sigur Pete Norton, vápnaserfrøðingur, at upptøkurnar vísa, at talan hevur verið um smærri brestir á økinum í Kharkiv.

Russland noktar at hava brúkt tyssibumbur í Ukraina, men í 2009 játtaði Russland at hava stórar goymslur av tyssibumbum.

Russland vildi ikki upplýsa nágreiniliga, hvussu nógvar bumbur eru á goymslu, men sambært Human Rights Watch er talan møguliga um fleiri hundrað milliónir løðingar.

Russlandi gjørdi í 2009 kortini greitt, at nøgdin av russiskum tyssibumbum á goymslu var á leið tann sama sum á amerikanskum goymslum. Sambært Landmine & Cluster Munitions Monitor hevur amerikanska verjumálaráðið í 2004 váttað fyri kongressini, at at 5,5 milliónir tyssibumbur eru á amerikanskum goymslum, og at hetta svarar til 728,5 milliónir løðingar.

Landmine & Cluster Munition Monitor vil eisini vera við, at sterkar ábendingar eru um, at Russland hevur áður nýtt tyssibumbur í stríðnum í Sýrialandi, umframt at pro-russiskar separatistrørslur í Eysturukraina hava eisini nýtt tílíkar bumbur har í 2014 og 2015.