Nato ávarar Russland: Komið til samráðingarborðið ella styrkja vit hermannahópin í eystri

Verður eingin diplomatisk loysn í spentu støðuni millum Russland og Ukraina, so verður hernaðarliga hjáveran í Eysturevropa styrkt, sigur Nato

Sigurjón Einarsson
10. februar 2022 kl. 14:51

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hitti í dag aðalskrivaran í Nato, Jens Stoltenberg, har spenta støðan í Eysturukraina varð umrøtt.

Eftir fundin teirra millum, hildu teir báðir ein felags tíðindafund seint fyrrapartin, har retorikkurin mótvegis russisku stjórnini var óvanliga harður.

Tekur Russland ikki av tilboðnum um at finna eina diplomatiska loysn í spentu støðuni í Eysturukraina, so má Russland fyrireika seg til fíggjarlig revsitiltøk umframt ein styrktan Nato hermannahóp í Eysturevropa, segði aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, millum annað á tíðindafundinum, eftir at hann og Boris Johnson høvdu havt fund um spentu støðuna.

– Russland skal til at velja. Antin velur landið at finna eina diplomatiska loysn – har vit eru til reiðar at samráðast – ella velur landið eina uppgerð, men tað verður ein høgur prísur at rinda, sigur Jens Stoltenberg, sambært altjóða miðlum.

Aðalskrivarin í Nato heldur, at londini í Evropa eru stúrin yvir støðuna við markið millum Russland og Ukraina, har talið av russiskum hermonnum alsamt veksur.

– Hetta er ein vandastøða fyri trygdina í Evropa, sigur Jens Stoltenberg. Talið av russiskum hermonnum veksur alsamt við markið. Nato er ikki ein hóttan móti Russlandi, men vit skulu vera fyrireikaði upp á tað ringasta, hóast vit enn royna at finna eina politiska loysn, sigur aðalskrivarin í Nato.

Bretland ætlar at styrkja Nato-hópin av hermonnum í Estlandi. Í løtuni eru umleið 1.200 Nato-hermenn í baltisku londunum – harav eru 350 hermenn eisini sendir til markið millum markið millum Póland og Ukraina, fyri at vísa solidaritetur við stjórnina í Kiev.

Boris Johnson tók eisini orðið til tíðindafundin. Hann heldur, at nú er tíð upp á at minka um spentu støðuna.

– Vit mugu halda fast. Vit mugu ikki fara aftur til tíðina, tá lagnan hjá eini tjoð varð avgjørd av nøkrum fáum stórmaktum, orðaði Boris Johnson seg til tíðindafundin, sambært altjóða tíðindastovum.