Síðan skipað var fyri kappingini á fyrsta sinni í 2018, hevur Nations League bert verið fyri landsliðini hjá monnum, men nú sleppa kvinnurnar eisini uppí part.
Evropeiska Fótbóltssambandið, Uefa, hevur í dag boðað frá, at í næstum verður skipað fyri Nations League kapping fyri evropeisku kvinnulandsliðini.
Hetta merkir, at føroyska kvinnulandsliðið, umframt at luttaka í EM- og HM-undankappingum, nú eisini skal luttaka í Nations League kappingini.
Kappingarleisturin verður hin sum tann í kappingini hjá monnum, har evropeisku londini verða býtt sundur í tríggjar styrkisbólkar alt eftir hvørjum støði londini eru á.
Síðan verða londini býtt sundur í smærri bólkar saman við londum, sum eru í sama styrkisbólki. Í bólkunum verða antin trý ella fýra lið. Og eins og í kappingini hjá monnunum, so verða tað upp- og niðurflytingar í teimum ymsu styrkisbólkunum.
Nations League kappingin hevur týdning fyri luttøku í til bæði EM, HM og OL. Fyrstu dystirnir í nýggju kappingini verða eftir ætlan leiktir um heysti komandi ár.