Næst seinasta umfar í landskappingini

Hóast vinnarin í landskappingini er funnin, so er enn nógv at spæla fyri hjá fleiri av feløgunum í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti

Kristian Waag Dam
24. oktober 2021 kl. 13:00

Hóast vinnarin í landskappingini er funnin, so er enn nógv at spæla fyri hjá fleiri av feløgunum í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti. Hetta er næst seinasta umfar í landskappingini, og av tí sama eru dystirnir í dag avgerandi, fyri tað endaliga úrslitið í landskappingini. Í dag er fult umfar og allir dystirnir eru settir at byrja kl 15:30.

Í Gundadali er tað B36, ið tekur ímóti Víkingi. Víkingur liggur í løtuni nummar tvey, og ynskir at varðveita plássið. B36 liggur í løtuni á fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, tískil vilja eisini teir varðveita sítt pláss.

Har vestri tekur 07Vestur ímóti HB. 07Vestur liggja nummar sjey og eru tryggjaðir í deildini. Harafturímóti hevur HB enn nógv at berjast fyri. HB liggur nummar trý og eru enn við í stríðnum um annað pláss.

Triði dysturin er í Fuglafirði, har ÍF tekur ímóti NSÍ. ÍF liggur næstaftast og um fuglfirðingar skulu gera sær nakrar vónir um at vera verandi í deildini, so er tað týdningarmikið, at teir fáa stig í dag.

Í Djúpumýru taka føroymeistararnir KÍ ímóti felagsliðnum EB/Streymi. KÍ tapti í síðstu viku sín fyrsta dyst í landskappingini í hesum kappingarárinum og vilja teir tí reisa seg í dag. EB/Streymur tryggjaði sær í síðstu viku pláss til komandi kappingarár í bestu deildini.

Fimti dysturin verður á Svangaskarði, har B68 taka ímóti TB, ið longu er flutt niður í næstbestu deildina. B68 liggur nummar átta í kappingini, men eru ikki tryggjaðir í kappingini enn, tískil er tað týdningarmikið at teir fáa stig. Vinnur B68, so eru teir tryggjaðir í deildini til komandi kappingarár.