Nærgangandi danskir politikarar

Fyri kortum fór Morten Østergaard frá sum formaður í Radikala Vinstra, tí hann hevði ov nærgangandi við konufólk, og nú er borgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, eisini komin sjóneykuna

Sveinur Tróndarson
17. oktober 2020 kl. 17:29

Seinastu tíðina hevur tað meira ella minni verið uppreistur í donskum politikki í sambandi við – mannligar – politikarar, sum hava nálgast uppi á ungum kvinnum.

Tað byrjaði við Radikala Vinstra-flokkinum, sum sett spurnartekn við um Jeppe Kofoed kann halda fram sum uttanríkisráðharri, tí hann eftir ein fyrilestur fyri sosialdemokratiskum ungdómi í 2008 fór í song við einari 15 ára gamlar kvinnu. Tá var hann sjálvur 34 ár.

Men við eitt kom Radikali flokkurin eisini undir trýst, tí brádliga byrjaðu søgur at ganga um, at onkur í tí flokkinum heldur ikki hevði klárað at hildið fingrarnar vekk frá ungum kvinnum.

Eftir ein innanhýsis fund í flokkinum fyrst í hesum mánaðinum kom so fram, at maðurin, sum talan var um, var Morten Østergaard, floksformann, og hann mátti tí leggja frá sær.
Eftir tað er so komið fram, at talan ikki bara var um tað eina tilfeldið, tí síðan 7. oktober eru fleiri tilburðir komnir undan kavi, og teir hava drigið nýggja formansskapin í flokkinum út í eitt satt illveður.

Og í hesi vikuni kom so fram, at eisini borgarstjórin í Keypmannahavn, Frank Jensen, sum eisini er næstformaður í Sosialdemokratiska flokkinum og fyrrverandi ráðharri, eisini hevur verið ov nærgangandi.

Frank Jensen, ið enn situr sum borgarstjóri, hevur biðið um umbering, men hann er framvegis undir stórum trýsti. Tað hevur havt við sær, at flokkur hansara hevur gjørt av at lata eina advokatfyritøku kanna ákærurnar móti borgarstjóranum í Keypmannahavn.

Tað skrivar danska blaðið Børsen í dag.

Men Frank Jensen hevur longu sítt at dragast við innanhýsis, tí forkvinnan í ungdómsfelagnum hjá sosialdemokratunum í Keypmannahavn sigur í dag við Jyllands-Posten, at flokkurin eigur at koyra hann frá sum næstformann og strika hann sum leiðandi valevni í Keypmannahavn til næsta kommunuval.

- Hann er fólkavaldur sum yvirborgarstjóri, so har kunnu vit ikki koyra hann frá, men hann er næstformaður í flokkinum, og eg vóni, at bæði tann politiska og tann fyrisitingarliga leiðslan taka sær av hesum, sigur forkvinnan í sosialistiska ungdómsfelagnum í Keypmannahavn.

Hon leggur afturat, at hennara álit á Frank Jensen sum næstformaður í flokkinum er fokið, og at hon hevur sera ilt við at síggja hann standa á odda fyri flokkinum til næsta kommunuval við hasum atburðinum.

Hvørjum alt hetta endar við, veit eingin. Men ein upprudding tykist í øllum førum vera í gongd.