Nær er sætti dagur?

Korona: Kjak er uppstaðið í føroyska hondbóltsheiminum, hvussu sætti dagur skal roknast. Bæði H71 og Hondbóltssamband Føroya hava hildið seg til tulking hjá Pál Weihe, meðan KÍF og landsins myndugleikar siga nakað annað

Sigurjón Einarsson
16. november 2020 kl. 13:40

Tað hevur verið nakað av rumbli í føroyska hondbóltsheiminum, síðani tað kom fram, at leikari hjá H71 bæði spældi dyst hóskvøldið móti Team Klaksvík og aftur í gjár móti KÍF, eftir hann kom til landið týsdagin.

Beint undan dystinum millum H71 og KÍF í gjárkvøldið hendi tað, at Teitur Joensen strikaði seg sjálvan av dómaraseðlinum og fór úr høllini sum skjótast.

Forkvinna í KÍF er Anja Weihe.

- Teitur hevur immunsjúku, ið ger, at hann tekur immundempandi heilivág, so tá verður avgerðin um ikki at spæla brádliga ein løtt avgerð, sigur hon í viðtalu við Dimmalætting.

Sum skilst á lagnum, er tað Peter Krogh, ið talan er um. Hann hevur verið í Danmark og kom aftur til landið týsdagin. Tveir dagar eftir heimkomu spældi hann við H71 móti Team Klaksvík.

Í samrøðu við KVF fríggjadagin 13. november vardi forkvinnan í H71 avgerðina at loyva leikaran at spæla dyst tveir dagar eftir komu.

Hetta undraðu tey í KÍF seg um, og sendu eitt skriv til H71 hesum viðvíkjandi og bóðu um eina frágreiðing, tí liðini skuldu spæla dyst í gjár. Hetta skriv varð eisini sent til Hondbóltssamband Føroya, ið kom inn í málið av teirri grund, at nýggj tilmæli komu í gildi fríggjadagin 13. november.

Ymiskar tulkingar
Og tað er her, at tulkingin um, nær sætta dagur er, verður ein tulkingarspurningur í hesum málinum. Hondbóltssambandið vendi sær til koronaráðgevingina og Pál Weihe, fyri at fáa greiðu á, hvussu roknast skal til sætta dag. Her fáa tey í Hondbóltssambandinum at vita, at fyrsti dagur verður roknaður sum tann dagin, tá ein kemur til landið. Tað vil í hesum føri siga, at Peter Krogh kemur til landið týsdagin, og kann tí eftir hesari tulking spæla á sætta degi, ið var í gjár, sunnudagin. Tí gevur Hondbóltssambandið H71 grønt ljós til, at Peter Krogh kann spæla sunnudagin.

Peter Krogh lat seg kanna undan fráferð til Føroya, við komu, hósdagin og aftur sunnudagin, har allar kanningar vóru negativar.

Forkvinnan í KÍF hevur eina aðra fatan um, hvussu roknast skal fram til sætta dag.

- Eg gekk bara út frá, at sætti dagur verður roknaður soleiðis, at dagurin, tá tú kemur til landið, er dagur null, og so er fyrsti dagur eftirfylgjandi dagur. Vit vita, at H71 hevur viðmælt teimum yngri deildunum í felagnum, at eingin má koma at venja, fyrr enn eftir sætta dag, hava tey verið uttanlanda, so hatta undrar okkum, hví hetta ikki verður hildið í vaksnamannadeildini eisini, sigur Anja Weihe.

Og tað bendir eisini á, at útrokningin hjá KÍF er røtt. Tí verður spurt hjá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum, so er greiða svarið harfrá, at fyrsti dagur er dagurin eftir, at ein er komin til landið. Tað vil í hesum føri siga, at Peter Krogh spældi á fimta degnum og ikki á sætta degnum, ið H71 annars fekk grønt ljós frá Hondbóltssambandinum.

Halda seg til landsins tilmæli
Inni á corona.fo stendur at lesa, at:

“Tú eigur at vera heilt serliga ansin frí tí degi, tú kemur til Føroya og til kanningarúrslitið frá sætta degi er tøkt. Í stuttum ert tú saman við so fáum sum til ber, føðingardagar mugu bíða, og tú kemur ikki saman við øðrum í stórum fjøldum. Tú eigur heldur ikki at fara til arbeiðis uttan so, at tú kanst vera avskorin frá fólki”.

Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, sigur, at eisini hondbólturin í Føroyum skal halda seg til landsins tilmæli.

- Tilmælini skulu vit halda okkum til, sjálvandi. Tí koma vit út við skrivi í vikuni, har vit biðja feløgini halda seg til tey tilmæli, ið landsins myndugleikar seta, sigur forkvinnan.

Eftir er bert at fáa tulkingina, hvussu sætti dagur skal roknast, uppá pláss.

Les eisini: Aðalskrivarin í ÍSF: Sigur eitt - ger nakað annað