Naomi Osaka hevur nú tikið seg úr French Open kappingini, eftir at kappingarfyrisitingin herfyri gav henni 15.000 dollarar í bót fyri ikki at møta upp til tíðindafund eftir dystin í fyrsta umfari móti rumensku Patriciu Tig.
Osaka, sum liggur nummar 2 á styrkilistanum hjá WTA, hevði undan dystinum boðað frá, at hon var ikki sinnað at fara á tíðindafund, tí tað gekk ov hart yvir sálarheilsuna. Osaka gjørdi, sum hon hevði boðað frá, og møtti ikki upp til tíðindafund, sum annars er kravt av øllum luttakarunum.
Úrslitið varð, at Osaka fekk 15.000 dollarar í bót, og kappingarfyrisitingin gjørdi greitt, at tílíkt kundi ikki góðtakast, og at um tað helt fram, kundi Osaka verða útihýst frá kappingini.
Ístaðin gjørdi Osaka av taka seg úr kappingini. Osaka boðaði frá hesum á Twitter, har hon í langum boðum gjørdi greitt, at síðan hon vann US Open í 2018, hevði hon í fleiri umførum stríðst við tunglyndi, og at hon var ikki ein almennur persónur av lyndi.
French Open hevur gjørt greitt, at tá Osaka hevði kunngjørt, at hon fór ikki at møta upp til tíðindafund, setti kappingin seg í samband við hana fyri at vita, hvussu hon hevði tað, og um hon hevði tørv á hjálp. Tað sama gjørdu hinar stóru kappingarnar, Wimbledon, US Open og Australian Open. French Open sigur, at tey fingu einki svar frá Osaka.
Tey, ið hava sæð tíðindafundirnar hjá Naomi Osaka, kunnu skjótt skriva undir uppá, at tað er ikki nakað, ið fellir henni natúrliga. Osaka er óvanliga smæðin og trívist illa, har sjóneykan er á henni.
Heldur ikki hevur Osaka altíð havt tað so lætt framman fyri fjøldum, og besta dømi um hetta man vera, tá Osaka vann sína fyrstu grand slam kapping, ið var móti sjálvastu Serenu Williams í US Open í 2018.
Serena Williams hevði í finaluni fingið bæði ávaring og mist stig fyri at bróta kettjara og at rópa eftir dómaranum. Tá Williams kallaðið dómaran fyri tjóv, gjørdist ovboðið, og dómarin revsaði Williams við einum heilum partíi.
Eftir var bert hjá Osaka at serva sigurin í hús. Hetta fall ikki í góða jørð hjá fjøldini, ið rópti illa, tá steypið varð handað tá 18 ára gomlu Osaka, ið fór at gráta.
Tað eru eisini nógv, ið taka undir við, at Osaka hevur gjørt greitt, at hon hevur tørv á at verja sálarheilsuna hjá sær.
Úr tennisheiminum kunnu nevnast Coco Gauff, Martina Navratilova, Billie Jean King og Serena Williams.
Onnur halda kortini ikki, at tað er í lagi at snúgva sær undan sínum miðlaskyldum.
Ein teirra er fyrrverandi nummar 1, svenski Mats Wilander.
Wilander heldur, at um tað er ov torført hjá Osaka at møta upp til tíðindafund, so má hon melda avboð til kappingina.
- Hví skal hon verða viðfarin øðrvísi enn hinir spælararnir? Tað er ikki rættvíst móti spælarunum.
- Hon má gera tað. Hon hevur sponsorar; hon er best lønta kvinnuliga ítróttarfólkið í heiminum. Vit vilja síggja stórar meistarar vinna, vit vilja síggja teir fagnast, men vit vilja eisini verða inspirerað av størstu ítróttarfólkum, tá umstøðurnar eru harðar, sigur Wilander.
Líknandi støðu hevur Rafa Nadal, sum í løtuni er í París í royndini at vinna French Open fyri 14. Ferð.
- Eg skilji hana, men hinvegin, uttan pressuna, uttan tey, ið ferðast, sum skriva tíðindini og um tað, ið vit gera kring heimin, vóru vit ikki tey ítróttarfólk, sum vit eru. Fólk høvdu ikki kent okkum kring heimin, og vit høvdu ikki verið so vælumtókt, sigur Rafa Nadal.