Nancy: TB/FCS/Royn skal vilja menningina

Tað var ein stór avgerð, tá TB, FC Suðuroy og Royn í felag gjørdu av at melda felagslið til bestu kvinnudeildina, men stigið er neyðugt fyri at menna kvinnufótbóltin í oynni, sigur Nancy Einarsson við Fótbóltsblaðið hjá FSF fyri 2022

Nancy Einarsson og hinar á felagsliðnum hjá TB/FCS/Royn skulu í ár royna seg í fremstu deildini. (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson
17. mars 2022 kl. 23:55

(Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022)

Tað eru nógv ár gingin, síðan Suðuroyggin seinast var umboðað í bestu kvinnudeildini, men nú kunnu suðuroyingar og øll onnur gleða seg til at síggja TB/FCS/Royn í Betri Deildini. Hóast ungan aldur er 19 ára gamla Nancy Einarsson ein av royndastu leikarunum á liðnum, sum í løtuni fyrireikar seg til stóru avbjóðingina.

– Tað er spennandi, men hetta er eisini eitt stórt stig at taka hjá okkum, so eitt sindur av nervøsiteti ger seg eisini galdandi. Men fyrst og fremst eru vit spentar, og so vita vit eisini, at hetta er eitt neyðugt stig hjá okkum at taka, um vit vilja mennast, sigur Nancy.

Felagsliðið endaði á øðrum plássi í 1. deild í fjør, og harumframt vunnu suðuroyingar U15 kappingina á hálvum vølli í 2021. Fleiri av hesum spælarunum hava nú fingið aldur til vaksnamannafótbólt, og liðið fer einamest at telja ungar spælarar. Og júst lági miðalaldurin saman við einum avmarkaðum spælaratilfeingi eru størstu avbjóðingarnar hjá TB/FCS/Royn, heldur verjuleikarin.

– Vit hava næstan bara blaðungar spælarar uttan royndir í bestu deildini, og tað er ein afturvendandi avbjóðing hjá okkum, at spælarar flyta av oynni í samband við útbúgving og arbeiði. Men vit hava fleiri dugnaligar gentur, sum hava hug og áræði til at taka fótbóltin meira seriøst, sigur hon.

Ein nýggj byrjan
Nancy Einarsson veit fullvæl, at lopið úr 1. deild upp til Betri Deildina er stórt, og tí hevur menningin fremstu raðfesting á liðnum.

– Vit mugu venja nógv og hart fyri at kunna vera við í Betri Deildini, og tað eru vit eisini sinnaðar at gera. Fyri okkum er hetta ein nýggj byrjan, har vit vónandi fara at leggja lunnar undir eina bjarta framtíð fyri gentu- og kvinnufótbóltin í oynni, sigur Nancy Einarsson.

Hon leggur afturat, at stuðulin og áhugin millum fólk í oynni hevur stóran týdning fyri liðið.

– Tað hevur alt at siga fyri okkum, at fólk her suðuri bakka okkum upp, tí vit gera hetta eisini fyri at skapa meira áhuga fyri fótbóltinum í oynni. Vit vóna, at fleiri gentur leggjast afturat, eisini í teimum yngru deildunum, og í tí sambandi hevur tað eisini týdning, at tær kunnu hava eitt Betri Deildarlið at síggja upp til og vónandi gleða seg til sjálvar at umboða í framtíðini, sigur Nancy Einarsson at enda.

——————

Fyrsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt sunnudagin og týsdagin:
Sunnudagin klokkan 15 tekur TB/FCS/Royn ímóti Víkingi við Stórá í Trongisvági.
Týsdagin 22. mars eru hinir tríggir dystirnir í fyrsta umfari á skránni. Klokkan 19 byrjar dysturin millum 07 Vestur og EBS/Skála, klokkan 19:30 fara KÍ og B36 á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík og klokkan 20 tekur HB ímóti NSÍ.

Kelda: FSF/Hans Erik Danielsen