Nakrir vegir verða stongdir eina løtu afturat

Landsverk sigur, at tað tekur eina løtu at fáa tamarhald á støðuni aftur

Á Høgareyni, oman fyri Vestmanna, standa fleiri bilar fastir, men har verður grivið
Áki Bertholdsen
18. januar 2024 kl. 09:37

Sum vit skrivaðu í áðni, eru koyrilíkindini av tí ringasta og fleiri vegir eru stongdir.

Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað kom eitt rættiliga groft æl í morgun og tað hevur elvt til ruðulleika í ferðsluni. Tað legðist nógvur kavi, men tað rýkur eisini so illa, at teir, sum grava, síggja ikki fram um nøsina og tí er eisini ringt at grava.

Hann sigur, at nú er ælið av, so nú eru líkindini nógv frægari og tað eru allir mans og grava.

Avbjóðingin er, at tað standa fleiri bilar fastir, eitt nú á Vestmannavegnum og fyrst verður roynt at fáa grivið soleiðis, at teir verða leysir, so ferðslan kann verða ótarnað.

Mortan Olsen sigur, at tað gongur eina løtu at fáa tamarhald á støðuni aftur, men hann væntar at klokkan 10.30 í morgun, er koyrandi á øllum høvuðsvegunum aftur.

 So verður farið eftir vegnum til tær smærru bygdirnar. Hann sigur eisini, at veðurforsøgnin eru áleið tann sama restina av degnum, so tað er ringt at meta um, hvussu tað verður at koyra. Hann sigur kortini, at tað er so altíð nakað, at veðrið varð ikki so ringt, sum veðurtíðindini søgdu og tað hevur bøtt um støðuna.

Teir vegirnir, sum eru stongdir beint nú, eru Vestmannavegurin, vegurin til Gjáar og Saksunar og til Kirkjubøarvegurin. Sostatt er opið aftur um Sandavágsháls og í Kollafjarðardali.