Tað varð rættiliga keðiligt veður í gjár við stormi og oysregni. Løgreglan sigur, at tilsamans fingu tey sjey fráboðanir um skaðar av stormi og regni.
Men allar fráboðanirar komu av Sandi og úr Vágum, men talan var bara um smáttarí. Løgreglan sigur, at fólk fóru at ringja av Sandi klokkan 13.30 og tað vardi í tveir tímar, men so fóru tey at ringja úr Vágum, men um náttúrðatíð var friður aftur.
Løgreglan sigur, at talan var um onkran stóran fiskakassa, sum lá og feyk aftur og fram á einumn havnarlagi, onkrir garðar vóru í vanda fyri at fara, tekjan á einum vinnubygningi stóð til at ríva og á flogvøllinum var ymiskt byggitilfar í vanda fyri at fara á flog.
Og í onkrum føri vóru kloakkir typtar, ella kláraðu ikki at svølgja øllum vatninum, so vandi var fyri, at tað fleyt inn í kjallarar.
Løgreglan sigur, at bjargingarfeløgini fingu boð um skaðarnar so hvørt, so tey fingu bjarga støðunum.