Hetta vikuskiftið luttóku 38 føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG, sum stendur fyri Reykjavík International Games.
Tilsamans vóru 35 feløg úr hesum londum við á RIG: Italia, Danmark, Norra, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Svøríki, Póllandi, India og Sveis.
Føroysku svimjararnir á RIG hesaferð umboðaðu svimjifeløgini FS, HS, SuSvim og Ægir.
Sum heild hevur tað gingist sera væl, við fleiri heiðursmerkjum, persónligum metum umframt juniormet, og eisini hava nøkur klárað nála- og kravtíðir.
Juniormet:
Isak Brisenfelt, 200 firvald
Jóhanna Ólavsdóttir, eisini 200 firvald.
Ungdómsheiðursmerkir:
Jórun Winter (Susvim) Gull í bæði 50 rygg og 50 frí. Silvur í 100 rygg og 200 frí. Bronsu í 100 frí.
Talita Johannesen (Susvim) Gull í 200 bringu. Silvur í 50 bringu. Bronsu í 100 bringu.
Heiðursmerkir:
Jóhanna Ólavsdóttir (FS) Silvur í 200 firvald.
Bárður Ólavsson (FS) Bronsu í 200 firvald.
Isak Brisenfelt (HS) Silvur í 200 firvald. Bronsu í 50 firvald.
Heini Askam (Ægir) Silvur í 1500 frí. Bronsu í 400 frí.
Líggjas Joensen (Ægir) Gull bæði í 200 og 400 frí. Bronsu í 1500 frí.
Bjarta í Lágabø (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 rygg.
Jón Hofgaard (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 bringu.
Nálatíðir:
Símun Sámal Joensen (HS) Bronsunál við stjørnu,
Benjamin Havn (Ægir) Talentnál og dagin eftir fekk hann bronsunálina.
Óli Mikkelsen (HS) Silvurnál.
Bjarta í Lágabø (Susvim) Silvurnál við stjørnu.
Teir føroysku svimjararnir vóru eisini í fleiri A og B finalum og fleiri hava klárað kravtíðirnar til Danish Open, ið verður í apríl.
Samanumtikið hava hetta verið nakrir góðir og læruríkir dagar, ið hava styrkt um felagsskapin ímillum svimjifeløgini, siga tey fýra svimjifeløgini, Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim og Ægir, í felags tíðindaskrivi í kvøld
Øll flúgva heimaftur við Atlantsflogi í morgin, mánadagin.
Úrslit v.m. síggjast her: https://live.swimrankings.net/39044/