Nakinmyndir deildar á sosialum miðlum

Ein falskur vangi hevur deilt myndirnar

Fríðmundur Nattestad
25. februar 2024 kl. 17:15

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiddi í morgun frá, at tey høvdu fingið eina fráboðan, um at ein falskur vangi hevur deilt nakinmyndir av einum konufólki á sosialum miðlum.

- Hóast tú hevur fingið myndirnar sendandi, er ikki loyvt at deila tær. Málið verður nú kannað nærri, tí slíkt eigur og skal ikki henda, segði vaktleiðarin.