Næststørsta korallriv í heiminum er ikki longur skrásett sum hótt

Heimsins næststørsta korallriv, Belize Barrier Reef, er strikað av listanum hjá Unesco yvir hóttan heimsarv

Lív Reynheim
14. desember 2018 kl. 12:21

Heimsins næststørsta korallriv, Belize Barrier Reef, er strikað av listanum hjá Unesco yvir hóttan heimsarv

Nógv ljós verður í løtuni varpað á avleiðingar, sum nútíðar lívsháttur hevur á náttúru og umhvørvi. Í Føroyum hevur millum annað væleydnaða tiltakið Rudda Føroyar økt tilvitanina um ábyrgdina hjá tí einstaka, og setti Javnaðarflokkurin eisini evnið á breddan við tiltakinum Plastik Planurin í Norðurlandahúsinum herfyri.

Mangastaðni í heiminum verða royndir gjørdar at minka um dálking og tiltøk setast dagliga í verk at steðga atburðum, ið skaða náttúruna. Og í Miðamerikanska landinum Belis ganga íbúgvarnir undan við góðum fyridømi – tað er nevniliga eydnast teimum at venda neiligu gongdini hjá korallrivinum í økinum.

Óvanliga høgi hitin hesi seinastu árini ger framtíðina hjá korallrivinum í Belis óvissa, men tað stendur langt frá so illa til, sum mong høvdu spátt. Í fleiri enn tíggju ár hevur Belize Barrier Reef verið sera hótt orsakað av oljuboringum og umfatandi byggiarbeiði fram við karibisku strondini.

Men tá stjórnin í Belis í oktobur 2016 gav oljuvinnuni loyvi at gera skjálvtafrøðiligar kanningar á havsins dýpi, bert tíggju kilometrar frá korallrivinum, fór fólkið í Belis út á gøturnar at mótmæla.

Korallrivið veitir umleið helminginum av íbúgvunum inntøku, og er sostatt millum størstu arbeiðspláss í landinum. Belize Barrier Reef er harumframt á listanum hjá ST-felagsskapinum Unesco fyri heimsarv, ið fyrst og fremst hevur til endamáls at vísa á virðismiklan mentanar- og náttúruarv. Limalondini binda seg til at tryggja og varðveita arvin, men í Belis eru skjálvtarnir frá oljukanningunum farnir illa við korallrivini og hevur fjølbroytta dýralívið eisini fingið stóran skaða.

Íbúgvarnir hava lagt trýst á stjórnina, bæði við mótmælisgongum og eini undirskriftsinnsavnan, sum fekk stóran altjóða stuðul. Og í fjør fekk stjórnin eina fyribils semju í lag; oljuboringar nærhendis korallrivinum vóru steðgaðar og sjálvtarkanningar fluttar longur burtur frá økinum. Í ár hendi tað óvæntaða, at korallrivið varð tikið av listanum hjá Unesco yvir hóttan heimsarv, tí víðagitna lívmargfeldnið og serstaka dýralívið sæst vaksa fram aftur.

Aðalskrivarin hjá náttúruverndarfelagnum WWF, Marco Lambertini, viðmerkir tíðindini við hesum orðum: “Vit eru vitni til eina fantastiska broyting. Belisar hava stríðst fyri náttúruni og megnað at vart hana – og soleiðis víst umheiminum, at tað ber til at fáa mannagjørda týning í rættlag aftur.”