Tá ið Eyðun Klakstein landsliðsvenjari fyrr í dag kunngjørdi, hvørjum spælarum hann hevur boðsent at vera við í tveimum teimum síðstu EM undankappingardystunum hjá U21 landsliðnum í ár, so vóru seks spælarar, sum umboða útlendsk feløg á listanum.
Eyðsýnt og hugaligt var tað, at nú er Martin Agnarsson tøkur aftur. Fyrrverandi B36 spælarin, sum nú umboðar Vborg, hevur leingi verið skaðadarvaður, men nú er hann komin fyri seg og verður við, tá ið Føroyar í næstu viku – mikudagin 15. november – fara at spæla á útivølli ímóti Grikkalandi.
Hesir hava fingið boð um at vera við í ferðalagnum til Grikkalands:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Martin Agnarsson, Viborg (Danmark)
Ási Dam, 07 Vestur
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandoy
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Poul Kallsberg, Víkingur