Næstan øll samferðslan er løgd lamin í dag

Skipini hjá Strandferðsluni verða bundin og bussarnir verða settir seinnapartin í dag - og kanska í morgin við

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Hann sigur frá rættiliga nógvum vindi vestaneftir, og hann er longu farin at øtla veðrið. Longu nú er tað væl yvir 30 metrar um sekundið á Velbastaðhálsi, Norðradalsskarði, Ørðaskarði, og aðrastaðni í fjøllunum.

Men tað verður meiri vindur seinni og hetta fer eisini at leggja mest sum alla samferðslum lamna í dag.

Næstan øll busskoyring hjá Bygdaleiåum heldur upp át nú á miðdegi, ella seinnapartin og so verður støða tikin seinni í dag um, hvussu verður í morgin - men væntandi verður sama skilið eisini fyrrapartin í morgin.  

Eisini sjóvegis sambandið við strandfaraskipunum verður ávirkað. Strandferðslan sigur, at á nólsoyarleiðini verður eingin sigling í dag, og viðrar, verður siglingin tikin upp aftur á miðdegi í morgin,

Fyri veður er túrurin hjá Smyrli av Havnini, sum skuldi verða klokkan 13 í dag, framskundaður til klokkan 10. Og so verður ikki siglt meiri á suðuroyarleiðini í dag.

Tað ávirkar eisini ferðaætlanina í morgin, tí so verður túrurin av Havnini klokkan sjey í morgin ári, heldur ikki sigldur. Um viðrar, verður siglt av Krambatanga klokkan. 9.30 í morgin eftir ferðaætlanini.

Strandferðslan kann heldur ikki lova at Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við Smyril, men ætlanin er at verða á Krambatanga tá ið Smyril kemur suður á miðdegi og somuleiðis verður roynt at koyra eftir ferðaætlanini.