Næstan fjórði hvør føroyingum býr einsamallur

Í nógv teimum flestu familjunum í landinum eru eingi børn

Áki Bertholdsen
20. oktober 2023 kl. 09:17

Í løtuni eru 19.206 húski í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt veksur talið á húskjum alsamt og tað hava ongantíð verið so nógv húski í landinum, sum tað er nú.

Hetta merkir eisini, at nú eru. tað 3.182 húski fleiri í Føroyum enn tað vóru fyri 13 árum síðani í 2010, tí tá vóru 16.024 húski í landinum.

Men uppgerðin vísir eisini, at í nógv teimum flestu húskjunum, eru tað bara vaksin fólk.

Tað mest vanliga í Føroyum er, at fólk eru einsamøll í húsi, tí í 5.019 húskjum eru bara eitt vaksið fólk.

Tað næstvanligasta er at tvey vaksin fólk búgva einsamøll, tí í 4.734 húskjum búgva bara tvey vaksin fólk.

Og tað triðvanligasta er trý, ella fleiri vaksin búgva saman, við ongum børnum, tí tað eru 2.653 húski, har tað bara búgva trý, ella fleiri, vaksin fólk.

Sostatt eru tað 12.406 húski av teimum 19.206 húskjunum í landinum, at tað bara búgva vaksin fólk.

Annars síggja húskini soleiðis út.