Hesa seinastu tíðina er herviliga djórasjúkan, Bluetongue Disease staðfest í Danmark og øðrum londum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at í kjalarvørrinum á hesum, eru tað nógv, sum spyrja, hvussu støðan er í Føroyum, og um vandi eisini er fyri, at sjúkan kemur hendavegin.
Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger greitt, at tað er næstan eingin vandi fyri tí.
Tey siga, at Bluetongue smittar fyrst og fremst við ávísum mýggjabitum. Og fyri at draga smittuna til Føroyar, skulu hesir moyggjabita so koma allan vegin úr einum øki við smittu, til Føroya fyri at bera smittuna við sær - og tað er sera lítil vandi fyri tí.
Tað er eisini ein onnur treyt vera til staðar fyri at bera smittuna víðari, og tað er, at luftin er minst 15 stig.
Hesi seinastu 15 árini hevur tað verið ólógligt at innflyta livandi kleyvdjór til Føroya. Eisini hetta forðar fyri, at smittaður seyður, og smittað neyt, koma til Føroya, og at mýggjabitar síðani spaða smittuna kring landið.
Bluetongue er eisini í sáði av sjúkum djórum. Men strangar treytir eru fyri innflutningi av sáði og tað er fyri at forða sum best fyri at Bluetongue, og aðrar sjúkur, verða drignar til Føroya.
Bluetongue smittar bara seyð, neyt, geitir, og kanska onnur jóturdýr. Hon smittar eisini myggjabitar, men hon er ikki vandamikil fyri fólk.
Um so er at seyður, neyt ella geitir, hava sjúkutekin sum minna um Bluetongue, ella aðrar álvarsligar sjúkur, skal eigarin venda sær til djóralækna, sum síðani tekur støðu til um tað er neyðugt at siga landsdjóralæknanum frá.
Vanligu sjúkutekinini eru fepur, og serliga seyður hovnar um nøsina og munnin, og tað rennur úr eygunum, nøsini og munninum. Tungan kann hovna og gerast blá.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at seyður tolir rættiliga illa at fáa bluetongue, nógvar ær verða lambsskotnar, og sum heild kann seyður doyggja av sjúkuni.