Næstan 100 hvalir lagt beinini í Gøtu
Nú skal gerast av, hvussu grindin skal býtast
Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 11:37
Fyrr í morgun vóru grindaboð á Gøtuvík. Grindin lá innarliga á víkini og varð sædd úr landi.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tað gekk væl at reka grindina og at fáa lívið av henni, tí hon gjørdi landgongd.
Upprunaliga varð sagt, at talan var um einar 40-50 hvalir, men sýslumaðurin sigur, at tað vísir seg, at hon er kanska 100 hvalir.
Nú eru tey farin at merkja og tá ið tað er liðugt, verður gjørt av, hvussu hon verður býtt.
Talan verður í hvussu so er um drápspartar, men um talan eisini verður um heimapartar, er støða ikki tikin til enn.