Næsta ár verður farið at byggja tveir bústovnar til fólk við serligum tørvi

Ein verður bygdur í Havn og ein í Vágum og ein á Argjum

Fyrirreikingarnar ganga sum ætlað, sigur Sirið Stenberg
Áki Bertholdsen
19. februar 2025 kl. 13:00

Næsta ár verður spakin settur í til at byggja tveir bústovnar til fólk við serligum tørvi. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

Annars verður í Vágum og hin verður við Rygsá á Argjum.

Tað er Jóahnnis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur reist málið og í tí sambandi vildi hann hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu tað gongur við ætlanini at byggja teir nýggju bústovnarnar, sum ætlanin hevur verið at byggja í Vágum og á Argjum.

Sirið Stenberg sigur, at næsta ár ætlanin at seta spakan í til báðar bústovnarnar.

Í løtuni verður arbeitt við at projektera eitt sambýli við Rygsá á Argjum, og í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku, verður uppskot lagt fyri Løgtingið um tað. 

Sirið Stenberg sigur, at ætlanin er eisini at seta spakan í næsta og tað verður liðugt seint í 2027.

Talan er um bústovn til 24 fólk við autismu.

Hon sigur, at somuleiðis gongur tað sum ætlað at fyrireika bústovnin í Vágum. Uppskot um at byggja tað, verður eisini lagt fyri Løgtingið í næstu tingsetu og tað heimið verður liðugt í 2028.

Hon sigur, at tey gera sær stóran ómak við fyrieikingunum fyri at fáa alt við og so at tað ikki verður neyðugt at fara afturum aftur. Tí verður tað gjørt í samstar við við áhugafeløg og onnur, sum varða av teimum, sum skulu búgva har.