Næsta ár verður betri at vera barnafamilja í Runavík

Í Runavíkar kommunu hava tey nú samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár

Áki Bertholdsen
1. november 2024 kl. 15:53

Runavíkar Býráð hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at gera tað lættari hjá barnafamiljum á tveimun økjum.

Í fyrsta lagi verður barnafrádrátturin hækkaður 1.500 krónur, úr 9.000 krónum um árið, upp í 10.500 krónur. Sum støðan er beint nú, er tað hægsti barnafrádráttur í landinum.

Í Runavíkar Kommunu hava tey havt eitt frítíðarkort til børn og ung, upp til 18 ár, fyri at gera tað lættari hjá teimum at vera við í alskyns frítíðarítrivi. Runavíkar kommuna var fyrsta kommuna í landinum við einum slíkum frítíðarkorti. Frítíðarkortið, sum eitur Spjaldrið, er 2.500 krónur, men næsta ár hækkar tað uppi 3.000 krónur.

Hinvegin skattaprosentið tað óbroytt og sostatt verður tað framvegis 21,5 prosent. Næsta ár hevur fíggjarætlanin annars 10,1 milliónir í avlopi.

 Býráðið sigur í tíðindaskrivi, at starvsfólkatalið á dagstovnunum, sum hækkaðu í fjør, verða á sama støði næsta ár.

Samstundis verður fast við, at foreldur gjalda fult gjald fyri tað fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið.

Býráðið sigur, at fyri níggju árum síðan lá nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu og riðaði báðumegin við lániloftið, sum er ein álíkning í skatti.

Orsøkirnar vóru fyrst og fremst stórar útbyggingar - og ikki minst yvirtøkan av eldraøkinum.

Men síðani er skuldin minkað í stórum, áðrenn farið varð undir tríggjar stórar íløgur um somu tíð – Fjøruvegin, Svimjihøllina og orkubryggjuna í Søldarfirði, so nú er nettoskuldin 181 milliónir, men lániloftið er 276 milliónir.