Næsta ár skulu kommunur sleppa at taka pengar fyri summarhús

Kommunurnar hava longu heimild at taka nøkur gjøld

Í Sunda Kommunu hava tey ført fram, at tey hava stórar útreiðslur av húsum, sum standa tóm og har eigarin ikki býr í kommununi og rindar skatt har
Áki Bertholdsen
26. oktober 2023 kl. 10:30

Gongst sum ætlað, verður tað næsta ár, at kommunur sleppa at taka tænastugjøld fyri summrhús. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Hetta er eitt mál, sum hevur verið til umrøðu í fleiri ár, men nú hevur hendan samgongan sett sær fyri at loysa málið.
Higartil er kortini einki hent og tí hevur Sólvit E, Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, spurt landsstýrismannin, hvussu tað gongur við málinum.

Hann vísir á, at í fleiri kommunum, serliga í nógvum smærri kommununum, eru nógv hús, har eigarin ikki býr í kommununi.

Nógv hús verða brúkt sum summarhús og verða brúkt lutfalsliga nógv, meðan onnur standa tóm stóran part av árinum.

Øll hesi hús vatnveiting, kloakk, og aðrar tænastur frá kommunum, men kommunurnar hava ikki heimild til at taka gjald fyri hesar tænastur.

Hjá fleiri kommunum er hetta ein lutfalsliga stór útreiðsla, serliga í teimum kommunum, har fleiri súmmarhús eru, sigur løgtingsmaðurin.

Landsstýrismaðurin sigur, at í næstum fer hann undir at fyrireika arbeiði at útvega kommununum tær neyðugu heimildirnar til at taka tænastugjøld.

Men hann vísir á, at í summum førum hava kommunurnar longu heimildir at taka gjald fyri ávísar tænastur, sum kommunurnar veita húsaeigarum - eisini húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi.

Til dømis kunnu kommunur tala eitt gjald fyri at tøma septiktangar og fyri at bingjuplássini til burturkast.

– Í fyrsta umfari fari eg at bjóða umboð fyri kommunurnar á fund fyri at fáa greiði á, hvørjum heimildum tað heilt ítøkligt er tørvur á, at kommunurnar skulu hava.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at síðani fer hann at arbeiða víðari við málinum og gongst sum ætlað, verður uppskot um hetta lagt fyri Løgtingið í vár.