Næsta ár fer at verða lýst eftir nýggjum dómprósti

Uni Næs, dómpróstur, fer úr embætinum 31. januar 2026

folkakirkjan.fo
16. september 2024 kl. 22:27

Biskupur skrivar soleiðis á folkakirkjan.fo:

Tað hevur ligið á ljóði í miðlunum, at Uni Næs, dómpróstur, fer frá vegna aldur 31. januar 2026. Í hesum sambandi boðar biskupur frá, at ætlanin er at lýsa embætið leyst at søkja í september 2025.

Ein próstur er sóknarprestur, ið er innsettur at røkja próstaembæti umframt. Próstur stuðlar biskupi í embætisvirksemi hansara.

Próstur við dómkirkjuna er dómpróstur og varamaður hjá biskupi.

Við tað at dómprósturin er kirkjubókaførandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi verða tað kirkjuráðini í Nólsoy og Havnar kirkju, ið koma at innstilla tann komandi dómpróstin.

Út frá innstillingini hjá kirkjuráðunum ger biskupur eitt tilmæli til landsstýriskvinnuna, ið útnevnir og setir dómpróstin í embætið.

Fyri biskup er tað umráðandi at undirstrika, at lógir og regluverk Fólkakirkjunnar eru eitt mál hjá Løgtinginum. Og vit stjórna samsvarandi. 

Jógvan Fríðriksson
Biskupur