Næmingar á Glasi hava staðið seg væl til Georg Mohr støddfrøði kappingina hesu ferð.
Tríggir næmingar hava fingið diplom fyri sera gott avrik, og ein næmingar er komin víðari til vinnaraseminarium, sum verður í Sorø í døgunum 25-28 februar.
Tað er Marius Danielsen úr 22g. Teir, ið fingu diplom, eru William Klevang Eikholm, Áki Ingason og Meinhard Ferjá Hansen. Á myndini omanfyri eru f.v.: Marius Danielsen, Meinhard Ferjá Hansen og William Klevang Eikholm. Áki Ingason vantar á myndini omanfyri.
Nú verður spennandi at vita, um Marius kemur enn longur í kappingini. Vinnarar av George Mohr kappingini umboða Danmark á altjóða olympisku leikunum fyri støddfrøði, sum í ár vera í Bath í Onglandi í juli mánaði.
Men í fyrstu atløgu snýr tað seg um vinnaraseminarið í Sorø seinni í hesum mánaðinum. Góða eydnu til Marius og hjartaliga til lukku til William, Áka og Meinhard fyri sera gott avrik.