Skúlanæmingar fara ikki at sleppa at ferðast ókeypis í juli mánað. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Birita Matras Petersen, sum hevði sæti á Løgtingið í nakrar dagar fyri Javnaðarflokkin, nýtti høvi at spyrja landstýrismannin um, næmingar kunnu vænta sær at kunna ferðast ókeypis í juli mánað eisini.
Hon vísir á, at ofta er neyðugt hjá næmingum at arbeiða fyri at fáa endarnar at røkka saman. Og hon heldur, at summarferian er eitt sjálvsagt høvi at samla sær nøkur oyru.
Studningurin er lutfalsliga lágur og tí er hugsandi, at fleiri illa ráð til at rinda fyri at ferðast til arbeiðis, ella og annað virksemi í summarferiuni
– Eitt bíligari ella ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið hevði javnsett lesandi og næmingar í útjaðaranum við onnur, ið eru búsitandi í miðstaðarøkinum.
Harafturat hevði hetta eggjað ungum til at brúka umhvørvisvinarligari ferðamøguleikar alt árið, heldur Birita Matras Petersen.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur, at næmingar kunnu ferðast aftur og fram ímillum heim og skúla, einaferð um dagin, sama hvussu langt teir hava í skúla.
Skúlakortið kann brúkast í 11 mánaðir, men tað kann ikki brúkast í juli mánað, tá í summarferian er, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað er eingin ætlan um at broyta hetta.
Hann sigur, at skulu næmingar eisini sleppa at ferðast ókeypis í julu mánað, fer tað at kosta 400.000 krónur afturat um árið