Næmingar elva til ferðslupropp í Kambsdali
Næmingarnir á miðnámsskúlanum skulka í dag
Áki Bertholdsen
8. mai 2024 kl. 09:35
Í gjárkvøldið og í nátt hava næmingarnir í miðnámsskúlanum í Kambsdali hildu veitslu og í morgun fóru tey út á vegin at stilla seg. Men tey síggjast væl, tí tey eru í endurskinsvestum ella appilsinlittum draktum.
Tað hevur elvt til eitt sindur av ferðsluruðuleika, men fólk, sum komu koyrandi framvið, fingu karamellur og sleikisneisir.
Men tað sissaði ikki allar bilførarar, sum onkrir hava verið eitt sindur óðir, siga tey av Kambsdali. Tað hevur eisini ført til einstakar støður, har tað hevur verið nokk so tætt við, at bilar stoyttu saman, tí teir hava trokað seg framvið.
Tey standa enn framvið vegnum, og óvist er, hvussu leingi tey standa afturat.