Nadoddur í Havsneyð: Saknaða kvinnan funnin deyð

Hon varð funnin í sjónum nakrar hundrað metrar frá Naddoddi

Stórt hátíðarhald var í Salti á Drelnesi áðrenn tey fóru av Tvøroyri. Karla Dana er næstytst vinstrumegin. Myndin er av Facebook hjá Naddoddi.
Áki Bertholdsen
28. august 2024 kl. 09:08

Kvinnan, sum varð saknað eftir at Naddoddur hólvdist í óveðri í gjárkvøldið er nú funnin. Men hon var deyð.

Norska kringvarpið sigur, at tað var vaktar og bjargingarskipið, Bergen, sum fann líkið av henni har tað fleyt nakrar hundrað metrar frá Naddoddi.

Tey siga eisini, at tey avvarðandi hava fingið boðini.

Tey hava leitað í alla nátt eftir kvinnuni, sum er ein amerikanska kvinna í júgunum. Ein amerikansk kvinna var við Nadoddi og tað var víkingagranskarin, Karla Dana. Sum náttin leið, minkaði vónirnar um at finna hana á lívið og í morgun var líkið av henni funnið.

Líkið av henni skal nú kannast fyri at staðfesta deyðsorsøkina.

Seks fólk vóru við Naddoddi, sum fór av Tvøroyri leygardagin við tí endamáli at sigla gomlu víkingarutuna til Noregs. Fimm av fólkunum vórðu bjargað í gjárkvøldið, og ein av teimum var einasti føroyingurin við, Livar Nysted úr Hvannasundi.