Tað er ein kvinna úr USA, sum er saknað eftir at Naddoddur kom í Havsneyð í Noregi í gjárkvøldið. Tey fóru seks fólk úr Føroyum leygardagin við Nadoddi við tí endamáli at sigla ta gomlu víkingaleiðina til Noregs.
Men í gjárkvøldið kom óveður á tey og tey sendu út neyðarkall. Veðrið varð so ringt, at Nadoddur hólvdist og seinni bjargaði ein tyrla fimm av fólkunum
Síðani hevur verið leitað eftir tí sætta fólkinum og norsku myndugeikarnir upplýsa nú, at tað er ein amerikansk kvinna í tjúgunum, sum er saknað.
Við Nadoddi vóru fýra fólk í Sveis, Livar Nysted úr Hvannasundi og so víkingagranskarin, Karla Dana, sum er úr Mekiko, men sum býr í USA.
Leiðarin fyri bjargingararbeiðnum, Jan Øyvind Rekeland, segði við norska kringvarpið tíðliga í morgun, at tey eru givin við royndunum at bjargað kvinnuni. Tey leita við vrakið av Nadoddi í eini vón um at finna hana har, men nú vænta tey ikki at hon er á lívið, sigur hann við norska kringvarpið.
Umstøðurnar hava verið ringar, tí tað er nógvur vindur og stór alda, men nógv skip og tyrlur hava verið við í leitingini í nátt.