Nadia Nadim er ársins danskari

Danska avísin, Berlingske, gav í gjár fótbóltsstjørnuni, Nadiu Nadim, heiðurin sum ársins danskari

Guðrun í Jákupsstovu
6. desember 2017 kl. 09:58

Danska avísin, Berlingske Tidende, gevur á hvørjum ári út heiðurin "Ársins danskari". Persónurin, ið vinnur hendan heiðurin, skal vera nakað serligt og skal skara framúr. 

Ársins danskari bleiv avdúkað í gjár. Í røðuni sum bleiv hildin, bleiv greitt frá, at hon, ið vann heiðurin í ár, hevur ikki bert skulað brotið gjøgnum eitt glasloft, men heldur tvey ella trý. Hon bleiv sagd at hava bæði talent, viljastyrki og sterkan persónleika. 

Ársins danskari varð ikki fødd í Danmark, men Afghanistan. Hon mátti flýggja við mammu og systkjum sínum, eftir at pápi hennara, ið var generalur í afghanska herinum, bleiv myrdur av Taleban. Ætlanin var at flýggja til Onglands, men av tilvild endaðu tey ístaðin í Danmark.

Ársins danskari er fótbóltsstjørnan, Nadia Nadim. Í røðuni, ið bleiv hildin fyri Nadiu Nadim, varð sagt, at hon hevur megnað at fingið danskan kvinnufótbólt burturúr tí ókenda og nærum obskura, til methøg hyggjaratøl og ovurstóran popularitet. 
Nadia Nadim dugir níggju ymisk mál. Hon spælir fótbólt á danska landsliðnum, og lesir samstundis til lækna. Skjótt skal hon byrja at spæla við enska liðinum, Manchester United.

Hon er eitt súmbol uppá, at tað er møguligt at seta sær høg mál og eisini røkka teimum. Eisini tá byrjanarstøði er truplari enn hjá teimum flestu.

Í røðuni verður sagt, at tá Nadia Nadim kom til Danmarkar, hevði hon og familja hennara brúk fyri Danmark. Nú er tað Danmark, ið hevur brúk fyri henni.

Við Berlingske sigur Nadia Nadim, at tað kennist sum, at hon hevur fingið eina kærleiksváttan frá Danmark.